Logos Hope í Føroyum
Logos Hope kemur til Havnar 27. august, og til Klaksvíkar 2. september. Meira kunning og skráseting á www.om.fo

Logos Hope er í Føroyum í døgunum frá 27. august til 1. september. Skipið liggur í Tórshavn frá 27. august til 1. september. 2.-7. september liggur skipið við kaj í Klaksvík. Inni á heimasíðuni hjá om.fo sæst fullfíggja skrá og har kanst tú lesa meir um vitjanina. Eisini er møguligt at melda seg til ymisk tiltøk, sum verða umborð, t.d. *at hjálpa til, *at bjóða onkrum av manningini heim til eina máltíð o.s.fr.
Niðanfyri er eitt sindur av kunning um vitjanina í Klaksvík.
Mikudagur 2. september
Kl. 13:30 – Logos Hope kemur á Klaksvík
Kl. 16:30 – Almenn móttøka á vestaru kai
Hósdagur 3. september
Kl. 10-12 – Fólk frá Logos Hope verða við á kafé’ini
Kl. 20 – Fólk frá Logos Hope luttaka á ungdómsmøinum.
Fríggjadagur 4. september
Kl. 17 – Felags máltið fyri Logos Hope-manningini í Betesda
Kl. 20:30 ungdómsmøti umborð á Logos Hope *tilmelding er neyðug
Sunnudagin 6. september
Kl. 12:30 – fólk frá Logos Hope vitja í sunndagsskúlanum
Kl. 18 – Fólk frá Logos Hope luttaka á evangeliska møtið
Kl. 22 – Vitjanin endar sunnukvøldið við felags farvælløtu fyri Logos Hope á vestaru kaj
Allar dagarnar kunnu vit øll vitja umborð á Logos Hope púra óformelt, tá hvør einstakur hevur tíð til tað, har vit t.d. kunnu
- vitja stóru bókasøluna,
- fáa ein drekkamunn og
- fáa eina rundsýning.

