Rachel, Petur, Natalie og Philip luttaka á møtinum í kvøld kl. 18
Rachel og Petur Hansen, ið virka sum trúboðarar, eru í Føroyum 15. til 29 september.
Sonur teirra, Philip, og konan Natalie, ið somuleiðis virka sum trúboðarar, eru eisini á vitjan saman við synunum, Louis og Timon.
Petur Hansen fór í 1980 á bíbliuskúla hjá NTM í Onglandi. Í 1985 fóru hann og Rachel, sum er úr Kansas í USA, út í fulltíðartænastu sum trúboðari hjá NTM. Frá 1985 til 2011 virkaðu tey í Papua Ný Guinea. Í dag eru tey partur av altjóða leiðsluni hjá NTM. Tey búgva í Nebraska, USA.
Philip Hansen fór á bíbliuskúlan hjá NTM í Waukesha í USA í 2005. Hann og Natalie hava virkað í Papua Ný Guinea síðani 2012.
Tey verða við á møtinum í kvøld, sunnukvøldið 18. september kl. 18, har Sangkórið í Betesda eisini fer at luttaka.
Øll eru hjartaliga vælkomin.