Á møtinum sunnukvøldið kl. 18 fer ungarnski trúboðarin Sebastian Edelmann at greiða frá arbeiðinum við Child Evangelism Fellowship(CEF) og barnalegum í Bereg í Ukraina, sum føroyingar hava stuðlað í mong ár.

Í hesum døgum eru hjúnini Georgina og Sebastian Edelmann á vitjan í Føroyum, her tey vitja samkomur kring landið. Tey komu til landið hóskvøldið 29. august og fara avstaðaftur mánadagin 16. september.

Sebastian vaks upp í kommunistiska Ungarn. Í 1982 flýddi familjan vestur um og búsettust í Týsklandi. Í 2008 fluttu tey aftur til Ungarn. Fyrstu ferð, hann vitjaði í Føroyum, var í 2004, og hava hann og konan hesi 20 árini síðan tá vitjað nakrar ferðir her á klettunum.

Sebastian og Georgina hava arbeitt í fleiri áratíggju innan trúboðanarfelagsskapin Child Evangelism Fellowship (CEF), ið serliga arbeiðir ímillum børn. Í 2007 bleiv Sebastian leiðari yvir arbeiðinum hjá CEF í Miðeuropa.

Sunnukvøldið vitja tey í Betesda, har hann fer at hava ein boðskap frá orði Guds, umframt at greiða frá leguarbeiðinum í Bereg í Ukraina.