Tim og Monika Kunoy Sharp luttaka á møtinum mikukvøldið

Á møtinum í Betesda mikukvøldið 13. november kl. 20, fara Tim og Monika Kunoy Sharp at greiða frá tænastu teirra á Filipsoyggjum, har tey hava virkað fyri HARRAN í mong ár.

Tim hevur júst verið á Filipsoyggjum frá august til oktobur, har hann ferðaðist ymsar ættarbólkar at uppbyggja samkomurnar í økjunum.

Eisini vitjaði hann samkomuna í Naplud, har Monika og Tim hava búð í nógv ár.

Tim dugir tað lokala málið, og á hesum túrinum fekk hann eisini høvi til at vitja eitt nýtt øki, har hann boðaði teimum evangeliið.

Á møtinum fara Tim og Monika at greiða frá tænastu teirra, og Tim fer eisini at siga frá túrinum, hann júst hevur verið á Filipsoyggjum.

Eftir møtið verður drekkamunnur.

Stutt um tey bæði:

Tað var í 2005, at Monika og Tim Sharp út í fulltíðartænastu sum trúboðarar á Filipsoyggjum.

Tim Sharp, sum er føddur í USA, flutti sum 6 ára gamal saman við foreldrunum til Indonesia, har tey virkaðu sum trúboðarar í 26 ár. Sum 18 ára gamal flutti Tim aftur til USA, har hann m.a. gekk 4 ár á bíbliuskúla.

Monika Kunoy Sharp, sum er fødd og uppvaksin í Klaksvík, fór í 2001 í stutttíðartænastu fyri HARRAN á Filipsoyggjum.

Árið eftir giftust Monika og Tim her heima í Føroyum, og síðan fóru tey saman á bíbliu- og venjingarskúla hjá NTM í North Cotes í Onglandi, og í 2005 fóru tey út í fulltíðartænastu sum trúboðarar á Filipsoyggjum.