Tøkk



Av hjarta ynska vit í Betesdakórinum og samkoman í Betesda at takka tykkum fyri 100 ára dagin.
Í 100 ár hevur Betesdakórið sungið til gleði, signing, eggjan, troyst og frelsu fyri menniskju og fram um alt navni Harrans til æru.
Gjøgnum skiftandi tíðir og ættarlið hava røddir ljóða, fólk eru komin og fólk eru farin. Framvegis ljóðar tó sangurin um vón, trúgv, kærleika, frið og sangurin um Guds trúfesti.
Vit eru Gudi takksom fyri tey mongu, sum hava sungið. Mong teirra eru ikki ímillum okkum longur, og enn setir íkast og vitnisburður teirra tó sjónliga djúp spor.
Ein hátíðardag hyggja vit ikki bara aftur, men eisini fram í tíð.
Hóast vit enn ikki vita, hvat framtíðin bjóðar, vita vit, at Harrin framhaldandi fer at vísa trúfesti sítt og náði sína, um Hann bíðar við at koma.
Takk til samkomuna, kórleiðarar, kórsangarar, tónleikarar, ljóðfólk, tykkum, ið skipaðu køkin, ljóð- og ljósfólk og tykkum, sum gjørdu tað møguligt, at kórið enn kann vera virkið.
Hjartaliga takk til tykkum mongu, sum valdu at fagna 100 árunum saman við okkum. Eisini takka vit fyri serstaka heilsan frá Ebenezerkórinum og blómutyssi frá Klaksvíkar kommunu.
Vit eru Gudi takksom fyri tey 100 árini, sum gingin eru, og biðja og ynskja Harrans signing yvir Betesdakórið og tykkum øll í komandi tíð.
Betesdakórið
***
Himmalski Faðir
Vit takka av hjarta fyri henda dagin og fyri tey 100 árini, Tú hevur givið hesum kóri.
Takk fyri tær røddir, fyri tær hendur og fyri tey hjørtu, sum hava verið við til at bera sangin frá ættarliði til ættarlið.
Vit takka fyri gleðirnar, felagskapin og signingarnar.
Faðir, mest av øllum takka vit tær fyri Títt trúfesti gjøgnum skiftandi tíðir har vit hava sæð, at Tú ert tann sami og hevur hildið hond tína yvir kóriunum og avvarðandi.
Gev leiðslu og sangarum mót, gleði, styrki og hugflog á leiðini.

