Um Betesda
Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna,
fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Betesda er ein evangelisk brøðrasamkoma í Klaksvík. Vit ynskja at øll tænasta við tilknýti til Betesda byggir á hesar meginreglur niðanfyri.
Gud Gud er Ein. Hann er uttan byrjan og enda. Alt er skapt av Honum og Hann heldur øllum uppi. Gud er 3 persónar: Faðirin, Sonurin og Heilagi Andin. Teir eru ein eind, tríggir í einum og ein í trimum.
Gud Faðirin Gud Faðirin er andi, ævigur, óbroytandi, allastaðir í senn, alvitandi og almáttugur.
Gud Sonurin, Jesus Kristus Jesus Kristus er einborni og ævigi Sonur Guds, gitin av Heilaga Andanum og føddur til jarðar sum menniskja av eini moyggj. Hann er einasta menniskja, sum hevur livað á hesi fold uttan synd.
Gud Heilagi Andin Tænasta Heilaga Andans er at sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm; at endurføða tann sum trýr, (sí “Frelsan”). Hann tekur bústað í, og innsiglar tey, sum frelst verða. Heilagi Andin gevur hinum frelsta kraft at liva í vilja Guds, og letur upp sannleikar Bíbliunnar fyri hinum trúgvandi.
Bíblian Bíblian er skrivaða Orð Guds. Bíblian er innblást av Gudi og er tí sonn, øll sum hon er. Bíblian er fullkomni vegvísarin og rættisnórurin í øllum lívsins viðurskiftum.
Menniskjan og synd Menniskjan er skapt í mynd Guds og er dýrabarasti skapningur Hansara. Men øll hava syndað og eru tí atskild frá Gudi. Menniskjan kann ikki bøta um sína støðu við góðum verkum, halgisiðum, ritualum ella á nakran annan hátt. Hon hevur einki annað uppiborið enn at verða kastað í æviga eldsjógvin.
Frelsan Á Golgata krossi hevur Kristus fullkomiliga og æviga goldið skuldina fyri synd. Tann, sum trýr og setir sítt álit á Kristus og fullgjørda verk Hansara, verður føddur av nýggjum í somu stund og fær arvalut saman við Honum, nú og í allar ævir. Tann, sum ikki trýr, er longu dømdur.
Ævigt lív Tann, sum er føddur av nýggjum, kann ikki doyggja aftur, men hevur ævigt lív. Frelsan er av náði Guds og ikki av verkum hins trúgvandi. Hesin veruleiki eigur á ongan hátt at geva mótstøðumanninum høvi at spotta, men heldur at gera, at hin trúgvandi stevnir eftir einum lívi í heilagari atferð og gudsótta.
Afturkoma Harrans Jesus Kristus kemur aftur eftir samkomu Síni. Eingin kennir dagin ella tíman. Afturkoma Harrans kann tí verða hvørja løtu.
Ævinleikin Menniskjan er skapt at liva í allar ævir. Menniskjan, sum tekur ímóti Kristusi, fær fyrigeving syndanna til frelsu og livir í ævigum samfelagi við Gud. Menniskjan, sum vrakar Kristus, livir æviga atskild frá Gudi. Himmalin og Helviti eru verulig støð.
Alt, sum tit gera í orði ella verki
– gerið tað alt í navni Harrans Jesusar,
takkandi Gudi Faðir við Honum!
Kol. 3, 17