Søgan um Betesda
Higartil hevur HARRIN hjálpt okkum!
um samkomuna í Betesda, Klaksvík
Tí hvør fer at vanvirða dagin, táið byrjað verður við lítlum!
Zak. 4:10
Fríggjakvøldið 21. september 1917 varð fyrsta møtið hildið í tí fyrsta, lítla salinum, sum brøður í Harranum høvdu latið byggja á Biskupsstøð. Salurin fekk navnið Betesda.
Sostatt er greitt, at sjálvur 100 ára dagurin fyri, at systkin í Harranum fóru at savnast á hesum staði, var hóskvøldið 21. september 2017.
Í sambandi við 100 ára dagin heitti elstaráðið í samkomuni á ein bólk av ábyrgdarfólki um at skipa fyri einum hátíðarhaldi. Í henda bólk komu: Beinta Vang, Stig Elttør, Maria Isaksen, Sámal Mikkelsen og Tóra við Keldu. Hesin bólkur legði – saman við nógvum øðrum kreftum í samkomuni – eina skrá fyri hátíðarhaldið, sum vardi allan september og oktober mánað.
Eitt av átøkunum var at fáa til vega ein samandrátt av tí, sum er hent í og út frá samkomuni hesi 100 árini síðan tann fyrsta salin í 1917 og til dagin í dag. Bólkurin heitti á undirritaða um at átaka mær hesa uppgávu, og úrslitið gjørdist hetta heftið.
Umráðandi er at hava í huga, at heftið bert lýsir brot úr hesi nú aldarlongu søgu, og at tað er avmarkað, sum verður sagt frá ymiskum tíðarbilum, tiltøkum og tilburðum í samkomusøguni. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum villum, og at viðurskifti, sum hava týdning fyri ta samlaðu samkomusøguna, ikki eru komin við.
Ein tann truplasta avbjóðingin í skrivingini av slíkum samandrátti eru tey mongu nøvnini á teimum, sum Harrin gjøgnum hesa farnu øldina setti í Sítt stað at byggja sam-komuna – hana, sum „portur deyðaríkisins skulu ikki fáa vald á“ (Matt. 16:18) – tí hugsa um øll tey hundraðtals, ja túsundtals loyndu í hesum verki Harrans, sum ongantíð verða nevnd og løgd til merkis av okkum, ófullkomnu menniskjum! Tá er gott at vita, at tað er Ein, sum dømir í rættvísi, „Tað er Hann, ið førir her teirra út í ásettum tali og rópar tey øll við navni; so stór eru kraft og veldi Hansara, at ikki eitt saknast!“ (Esaias 40:26). Her verður so mangan sáað í vanæru og veikleika, men tá ið hin fyrra uppreisnin verður, fer tað at rísa upp í dýrd og styrki (1. Kor. 15:42–44). Hesi mongu, mongu ónevndu eiga, eins væl og tey, sum verða nevnd, sín lut í hesum verki Harrans, og at samkoman enn í dag – av stóru náði Guds – er virkin.
Tíðin, sum er brúkt at savna og skriva, er avmarkað á tann hátt, at eg gjøgnum eitt styttri tíðarskeið havi sitið nógv út í eitt og skrivað, samstundis sum eg havi samskift við brøður og systrar í samkomuni, sum antin hava greitt mær munnliga frá ella hava latið mær keldutilfar at brúka. Eisini havi eg hallað mær at bókaútgávum um samkomusøguna. Víst verður til hetta so hvørt í fótnotum, og aftast er eitt yvirlit yvir heimildarfólk og myndatakarar.
Tað fall mær mest natúrliga at skriva henda samandrátt í tíðarrøð á tann hátt, at eg havi umrøtt tey ymsu tíðarskeiðini, tiltøkini og tilburðirnar í tí røð, tey fóru fram ella byrjaðu.
Søgubrot innihalda nógvar upplýsingar og smálutir, sum allir hava týdning og pláss sítt í søguni. Ein kann tó ikki siga søguna um samkomu Kristusar uttan at lýsa loyndarmál hennara, „sum er Kristus í tykkum, vón dýrdarinnar“ (Kol. 1:27). Eg havi tí í hesum hefti roynt at lagt dent á Hann, sum er allur munurin millum samkomuna og heimin: „Anda sannleikans, sum heimurin ikki kann fáa“ (Jóh. 14:17)
Brotini: „Sangkórið verður stovnað í 1926“, „Felagssangurin“ og „Útgerð til grammofon plátur keypt í 1946“ hevur Jógvan við Keldu skrivað part av.
Hóast 100 ár ikki er nógv, sæð í ævinleikans ljósi, so er kortini eingin á lívi í dag, sum var partur av samkomuni tey fyrstu 10–15 árini. Tó eru nøkur systkin, sum eru fødd í 1920-árunum, sum minnast aftur til 1930-árini, og hava tey verið mær til stóra hjálp at lýsa nøkur av teimum fyrstu tíðarskeiðunum. Eg vil her nýta høvið at takka John Høj, Jógvani Tróndheim, Amaliu Hansen, Páll Rólandi Poulsen, Karlu Dánjalsson, Harriet Isaksen, Poul Færø, Jógvani við Keldu, Eyðuni Elttør og øllum hinum fyri teirra frásagnir og skriving. Tøkk verður veitt Jóhan við Neyst, Árna Jacobsen, Jóhan Vang, Jón Helmsdal, Maritu Nystrøm, Kára Kjelnæs, Flóvin Tyril, Óla Jacobsen og John Høj fyri upp lýsandi søgu ligt tilfar. Tøkk øll, sum hava stuðlað mær við framúr hjálpsemi, ráðgeving, leiðbeining og ikki minst uppbakking. Somuleiðis tøkk til Erlu Berghamar og Onnu Simonsen fyri gott samstarv í sambandi við ávikavist rættlestur og sniðgeving. Stóra takk fyri.
Søguna um samkomuna í Betesda hava sjálvandi tey skrivað, sum gjøgnum hesi seinastu 100 árini hava verið partur av henni og hava myndað hana. Uttan undantak vóru og eru øll hesi menniskju ófullkomin júst sum eg og tú.
Men samstundis sigur Harrin, at tað finst eingin menniskjasamkoma, tí Orð Guds talar bara um eina samkomu, nevniliga „samkomu Guds, sum Hann vann Sær við Sínum egna blóði!“ (Áp. 20:28), og sum Hann ein dag fer at „leiða fram fyri Seg í dýrd, uttan plett, rukku ella nakað slíkt” (Ef. 5:27).
Inniliga vón mín er, at tað, sum her er savnað og skrivað, skal vera eitt hóskandi minni um vegleiðarar okkara, „sum hava talað orð Guds“ til okkara (Hebr. 13:7), men at alt hetta skal vera „navni Hansara til heiður“ (Róm 1:5), tí „hvørki tann, ið plantar, ella tann, ið vatnar, er tí nakað, men Gud, sum gevur vøkst“ (1. Kor. 3:7).
Klaksvík, 31. desember 2017
John Færø
„Vit viltust øll av leið sum seyður, vit vendu okkum hvør sín veg; men HARRIN læt falla á Hann skyldina, ið lá á okkum øllum“ (Esaias 53:6).
Hetta ørindið hjá Esaiasi profeti var partur av boðskapinum hjá William Sloan og Alexander Mitchell, sum umleið 1890 vitjaðu á Kirkju í Fugloynni, har teir hildu evangelisk møtir í eini roykstovu. Greiði boðskapur teirra var, at øll hava syndað, men vit kunnu verða rættvísgjørd fyri einki við trúgv á Harran Jesus Kristus.
Inn á hetta møtið kom ein níggju ára gamal smádrongur, sum hesa løtuna bleiv so gripin, at boðskapurin ongantíð fór frá honum aftur. Hann kom sostatt í lívi sínum at kenna veruleikan av tí lyfti, sum Gud í Esaias 55:10–11 gevur teimum, ið kunngera evangeliið:
„Tí sum regn og kavi fellur niður av himli og fer ikki aftur hagar, fyrr enn tað hevur vatnað jørðina, gjørt hana fruktbara og fylt hana við spírum, so at hon gevur sáð at sáa og breyð at eta, so skal orð Mítt verða, sum gongur út av munni Mínum – tað skal ikki koma tómt aftur, men gera tað, ið Eg vil, og hava eydnu at avrika tað, ið Eg sendi tað til“ (Esaias 55:10-11).
Drongurin bleiv ikki frelstur hetta kvøldið á Kirkju, men kall Guds fór ongantíð frá honum.
Nakað seinni upplivdi hann at missa mammu sína og flutti tá til Hattarvíkar at búgva. 16 ára gamal fór hann til skips, fyrst við slupp og síðan við enskum trolara, har hann eisini var úti fyri freistingum, men Harrans kall virkaði framvegis sterkt á hann. Um aldaskiftið fór hann til Havnar á skiparaskúla, har hann eisini gekk á møti í Sloans Sali, men framvegis hevði hesin nú skjótt 20 ára gamli drongurin ikki fingið frið við Gud.
Í 1901 gjørdist hann álvarsliga sjúkur, og har grundaði hann fram vegis um frelsuvegin og las ymisk støð í Bíbliuni um hetta. Tá gekk tað so klárliga upp fyri honum, at hann einki hevði at gera uttan bert at geva seg yvir í trúnni á Harran Jesus, og fekk hann frið við Gud.
Kortini skuldu ganga hálvt fimta ár, áðrenn hesin nú 25 ára gamli skiparin á sumri í 1905 undir Íslandi fór á síni knø og rópti til Gud, og friður streymaði inn í sál hansara. Hann sá aftur av nýggjum, at hann einki hevði at gera, bert venda sær í trúgv til Frelsaran, vissaður um at fáa syndafyrigeving fyri Kristusar blóðs skuld.1
Hesin ungi maður var Jens Clement Isaksen (1881–1964) – vanliga nevndur Jens Klæmint – sum í 1917 kendi seg kallaðan og flutti av Viðareiði til Klaksvíkar at búgva, her hann gjørdist ein undangongumaður hjá teimum, sum fóru at savnast í samkomuni í Betesda.
Ein annar, sum av samtíðini verður umrøddur sum ein undangongumaður fyri bygg-ing ini av tí fyrsta salinum, er Jóan Jakku Jacobsen (1872–1950) – í Klaksvík vanliga nevndur Jóan Jakku á Viðareiði. Hann verður umrøddur í einum av næstu brotun um. Tað er eitt sindur ógreitt, nær Jóan Jakku endaliga flutti til Klaksvíkar við húski sínum, men hildið verður, at tað var um várið 1921.2
Jens Klæmint og Jóan Jakku vóru giftir við systrunum Sáru (1879–1935) og Elsbu (1872–1933), sum báðar vóru monnum sínum dyggir andaligir stuðlar. Tær komu úr ein um gudsóttandi heimi uppi á Laði á Viðareiði.
Av teimum bygdunum, sum fyrst tóku við tí læruni, sum William Sloan kom við til Føroya, var Viðareiði ein tann fyrsta, og býlingurin uppi við Garð bleiv enntá miðdepilin fyri hesi læru.3 Her er áhugavert at nevna, at millum fyrstu fólkini í samkomuni í Betesda vóru fleiri ættað úr húsum uppi við Garð á Viðareiði.4
Systrarnar Sára og Elsba vóru báðar komnar til trúgv væl áðrenn menninir. Elsba, kona Jóan Jakku, kom til trúgv, tá ið hon sum 18 ára gomul tænti hjá gamla Sloan í 1890.5 Sára, kona Jens Klæmint, kom eisini til trúgv sum ung. Hon sigur í einum vitnisburði: „Jeg havde et godt hjem, hvor Guds Ord blev meget brugt. Naar min fader paa min opfordring fortalte mig historier, var det gerne beretninger fra den gamle pagt, og sluttede ofte med at henvise til Guds kærlighed til menneskene, idet at Han gav Sin Søn, den eenbaarne, til frelse for dem, som ville tro paa ham“.6
Av teimum bygdunum, sum fyrst tóku við tí læruni, sum William Sloan kom við til Føroya, var Viðareiði ein tann fyrsta, og býlingurin uppi við Garð bleiv enntá miðdepilin fyri hesi læru.3 Her er áhugavert at nevna, at millum fyrstu fólkini í samkomuni í Betesda vóru fleiri ættað úr húsum uppi við Garð á Viðareiði.4
Systrarnar Sára og Elsba vóru báðar komnar til trúgv væl áðrenn menninir. Elsba, kona Jóan Jakku, kom til trúgv, tá ið hon sum 18 ára gomul tænti hjá gamla Sloan í 1890.5 Sára, kona Jens Klæmint, kom eisini til trúgv sum ung. Hon sigur í einum vitnisburði: „Jeg havde et godt hjem, hvor Guds Ord blev meget brugt. Naar min fader paa min opfordring fortalte mig historier, var det gerne beretninger fra den gamle pagt, og sluttede ofte med at henvise til Guds kærlighed til menneskene, idet at Han gav Sin Søn, den eenbaarne, til frelse for dem, som ville tro paa ham“.6
Fríggjakvøldið 21. september 1917 varð fyrsta møtið hildið í tí fyrsta, lítla salinum, sum tá var innilokaður, men ikki heilt liðugur. Andrew Sloan, sonur gamla Sloan, stuðlaði væl undir hesa fyrstu tíðina hjá samkomuni. Hann skrivar í dagbók síni: „I aften havde vi for første gang møde i Salen her. Der var en god del til møde. Haaber at Herren maa velsigne arbeidet her i Klaksvig. Til belysning havde vi et par carbid lamper.“
Orðið í Esaias 53:6 um hin krossfesta Frelsaran, sum í 1890 varð boðað úti í Fugloy fyri einum níggju ára gomlum smádrongi, var sanniliga ikki komið tómt aftur, men avrikaði tað, sum Harrin sendi tað til, við tað at frelstir syndarar 27 ár seinni, í 1917, tóku stig til at byggja ein sal í Klaksvík, har tey fóru at savnast um Harran og at kunngera Kristi reina og fría evangelium.
Tey, sum í 1917 fóru at savnast í salinum, høvdu eina persónliga sannføring út frá Orði Guds, sum tey høvdu tikið við í livandi trúgv á Hann, sum er vegurin, sannleikin og lívið. Hesa sannføring og læru ápostlanna hildu tey fast við hóast til tíðir harða mótstøðu í lokalsamfelagnum.
Í Markusar evangelium 16:15–16 lesa vit, at Harrin Jesus sigur við lærisveinar sínar: „Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum! Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur; men tann, ið ikki trýr, skal verða fordømdur.“
Tað er eyðsýnt heilt frá byrjan, at hesin evangeliski boðskapur var ógvuliga sentralur í endamáli samkomunnar og øllum tí, sum fór fram í og út frá salinum, so sum tað eisini seinni varð staðfest í ognarskjalinum fyri salin.
Avgjørda støða teirra kom ivaleyst av, at tey vóru vaksin upp í einum øðrum umhvørvi, men høvdu tikið við persónligari trúgv á Harran Jesus og síðan latið seg doypa sum trúgvandi, so sum Orð Guds lærir.
Millum undangongumenninar ta fyrstu tíðina hjá samkomuni var sum nevnt Jóan Jakku Jacobsen. Saman við Jens Klæminti Isaksen og Niels Holm í Havn (1855–1933) var hann ein av teimum, sum fingu í lag at byggja fyrsta salin.
Um Niels Holm úr Havn kann í stuttum sigast, at hann hevði ein týðandi leiklut í brøðrasam komunum. Niels, ið var timburmaður, kendi gamla Sloan og gjørdi onkuntíð arbeiði fyri hann. Sloan bað hann einaferð um at „lave en stor trækasse“ til sín. Niels hevði smíðað eitt og annað fyri Sloan fyrr, men nú hann grunaði, hvat kassin skuldi nýtast til, spurdi hann: „Tað er væl ikki til at doypa í?“ Jú, tað var ætlanin. „Nei,“ segði Niels, „bið meg um alt annað, men hetta kann eg ikki gera fyri tygum.“ Abbi og pápabeiggi Niels vóru jú báðir prestar!
Lítið grunaði Niels Holm tá, at hann fá ár eftir hetta sjálvur skuldi fara í dópskarið, sum hann noktaði at gera!
Hann gjørdist eisini sunnudagsskúlalærari í nýggja Ebenezer, sum varð bygt í 1905.
Í 1917 er Niels, sum nevnt, við í byggingini av tí fyrsta Betesda, í 1928 hevði hann ein høvuðsleiklut at útvega samkomuni í Siloa í Fuglafirði nýggjan sal, og í 1932 dugnaði hann samkomuni í Ebenezer í Havn við útbyggingini.7
Umleið 1905 vitjaði trúboðarin D. J. Danielsen (Dollin) á Viðareiði. Jóan Jakku fylgdi honum inn á Leitið til lendingina, og teir prátaðu um andalig viðurskifti, men vóru rættiliga ósamdir. Tá ið teir skiltust, segði Danielsen nakað so: „Vit báðir hvíla ikki á sama grundarlagi at koma til Himmals. Annar okkara má verða uttanfyri!“ Einsamallur á veg aftur til hús hugsaði Jóan Jakku nógv um hetta: „Annar uttanfyri“. Hann helt, at so mátti tað verða hann og ikki Danielsen.
Jóan Jakku fór so í størri álvara at søkja frelsuna. Veturin 1905–1906, meðan hann var á skiparaskúla í Havn, keypti hann sær eina Bíbliu og fór at lesa í henni. Og har, sum hann helt til í Havn, boygdi hann síni knø og gav Harranum hjarta sítt og fann frið og frelsu við trúgv á Kristus og hansara fullgjørda verk eina. Hann fór so at taka lut í Orðsins kunngerð í samkomuni á Viðareiði.8
Í 1. Kor. 3:7 lesa vit, at „hvørki tann, ið plantar, ella tann, ið vatnar, er tí nakað, men Gud, sum gevur vøkst“.
Endamálið við at skriva niður brot úr samkomusøguni er ikki at dyrka menniskju. Men fyri at lýsa tann eldhuga, sum hesi undangongufólk okkara í samkomuni vístu fyri sín Harra og Frelsara, kunnu vit her taka fram onkur dømi um, hvussu onnur samtíðarfólk hava lýst nøkur av hesum fólkum:
Andrew Sloan skrivar um Jens Klæmint: „Eg kom í nærri samband við Jens Klæmint í 1917. Tey fylgjandi árini ferðaðust vit nógv saman, serstakliga í Norðoyggjum. Hann var undangongumaður á hesum ferðum, og allastaðni var „fult hús”, í stovum, roykstovum og dansistovum. Allastaðni var Jens Klæmint hin sami eldhugaði „evangelisturin”, hvørs eldhuga og frímóð eg mangan havi ynskt mær at átt meira av.“9
John Høj, sum er føddur í 1929 og telist millum tey elstu í samkomuni í skrivandi stund, sigur soleiðis um Jóan Jakku Jacobsen: „Umleið í 1935, tá ið eg var um seks ára aldur, fór eg at ganga á møti. Eg minnist Jóan Jakku at standa á talarastólinum og kunngera evangeliið við stórum eldhuga. Hann vitnaði altíð, eisini dagliga. Tað var Jóan Jakku, sum segði, at hann var so glaður og lukkuligur, tá ið hann varð frelstur, at um onkur hevði koyrt hann í eina tunnu og rullað hana oman eftir Áarvegnum, skuldi hann rópt út gjøgnum spunslið: „Frelsa frí, frelsa frí!”“
Marius Absalonsen skrivar um hesa tíðina í samkomunum, at „systrarnar … vóru ikki minni ídnar fyri vitnisburðinum fyri Harran enn brøðurnir.“ Ein av hesum kvinnum var Elin Davidsen av Viðareiði (1869-1949), sum var systir Jóan Jakku og ein av teimum átta fólkunum, sum vóru við til fyrstu minnismáltíð Harrans, sum varð hildin í salinum 4. november 1917. Elin verður tikin fram sum dømi um, hvussu ídnar kvinnurnar í samkomu num vóru. Sagt varð um hana, at hon „tænti Harranum við bønum sínum, hon tosaði við øll, hon kundi, um ríki Guds, og hon hjálpti, har hon kundi.“
Vit vita frá ymsum søguligum keldum, at møtir, so sum vit kenna tey, vóru hildin í Klaksvík, áðrenn fyrsti salurin varð bygdur í 1917.
Í Echoes of Service skrivar Arthur Brend: „Um miðjan januar 1907 fóru vit [Gamli Sloan og Brend] til Klaksvíkar, har vit høvdu tvey væl vitjað møti.“10
John Høj veit frá øðrum søguligum keldum, at Jens Klæmint Isaksen og Jóan Jakku Jacobsen hildu møtir í dansistovuni í Klaksvík í 1912.
Jákup á Biskupsstøð, føddur 1867, sigur frá, at Sloan plagdi at halda møti í roykstovuni á Biskupsstøð, tá ið Jákup var 12 ára gamal, tvs. hetta hevur verið í umleið 1879.11
Fyrstu ferð, vit hoyra um barnamøti í salinum, er mikudagin 31. oktober 1917, sum Andrew Sloan skrivar soleiðis um í dagbók síni: „Barnemødet og aftensmødet var ikke godt besøgt. Plakaterne, som jeg slog op i morges, blev hurtigt revet ned.“
Sunnudagin 4. november 1917 verður minnismáltíð Harrans (breyðbrótingin) hildin fyrstu ferð í salinum, og her gevur Andrew Sloan okkum upplýsingar í dagbók síni um, at hesi átta fólkini luttóku: Maria Joensen (Maria hjá Konrad), Kristina Hansen (Stina í Vátutoft), Jens Klæmint Isaksen, Sára Isaksen, Elin Davidsen, Eliesar Joensen (í Pálls-stovu), Ella Hansen og Andrew Sloan.
Um sjálvt møtið verður upplýst, at Jens Klæmint og Andrew talaðu um endamálið og týdningin av breyðbrótingini, og at tey aftaná høvdu eina stutta bønarløtu.
Breyðbrótingin er eitt møti, sum hevur verið og framvegis verður hildið fast hvønn sunnu morgun, vísandi til boðini í Orði Guds um á henda hátt at „kunngera … deyða Harrans, inntil Hann kemur“ (1. Kor. 11:24-26). Í Lukas 22:19 lesa vit, at Harrin Jesus „tók breyð, takkaði og breyt tað, gav læri sveinunum og segði: „Hetta er likam Mítt, sum verður givið fyri tykkum; gerið hetta til minni um Meg!”“
Vanliga luttaka 2–300 fólk í breyð brótingini í Betesda, sum er sunnumorgun kl. 11–12.15.
Tað er ikki greitt, nær fyrsti sunnudagsskúlin varð hildin í fyrsta salinum, men sunnudagin 19. november 1917 nevnir Andrew Sloan sunnudagsskúlan fyri fyrstu ferð í dagbók síni: „Søndagsskolen synes ogsaa at skulle blive bedre besøgt nu.“ Sostatt var sunnu-dagsskúlin heilt frá byrjan partur av virkseminum í salinum.
Somuleiðis tykist greitt, at sunnudagsskúlaútferðir hava verið tíðliga í tíðini. Eitt nú er ein mynd frá umleið 1927, sum er tikin eftir eina sunnudagsskúla útferð.16
Útimøtir vóru frá byrjan ein partur av kunngeringini av evangeliinum, bæði áðrenn og eftir at fyrsti salurin varð bygdur. Eitt nú kann fyrsti dópurin í Klaksvík, sum fór fram í fjøruni úti í Víkunum, metast sum eitt útimøti. Í dagbók síni kallar Andrew Sloan ta løtuna fyri eitt dópsmøti.
Upp gjøgnum árini hava útimøti verið hildin út frá samkomuni, og í mong ár var útimøti sunnukvøld í Vágstúni fastur táttur. Hetta er tó broytt seinnu árini, og nú er meira sjáldan, at útimøti verða hildin.
Broytta tíðin við nýggjum møguleikum at miðla er helst ein høvuðsorsøk til, at tað hesi seinastu árini er blivið alsamt longri millum útimøtini á býartorgum og í túnum. Fólk fáa nú ístaðin samband hvør við annan á nýggjum miðla- og teldutorgum. Harvið er pallurin at evangelisera fluttur, og vit hava eisini hesi seinastu árini sæð, at ein nýggj evangelisk tænasta á alnetinum er sprottin fram.
Annars greiðir Lena hjá Jens Klæminti soleiðis frá tí fyrstu tíðini, eftir at salurin varð bygdur í 1917: „At byrja við var bert morgunmøti og evangeliskt møti sunnukvøld. Men kom onkur ferðandi, sum kundi hjálpa við møtum – og tað hendi seg ofta, serstakliga, tá ið skipini riggaðu til – so vórðu vit trý tey elstu systkini send at seta plakatir upp á pelar og boða frá, at møti skuldi verða um kvøldið. Ofta vórðu plakatirnar skræddar niður. Hóast vit ikki rukku høgt upp á pelan, tordu vit ikki at biðja nakran hjálpa okkum ta fyrstu tíðina“.17
Um fyrstu tíðina skrivar Andrew Sloan í minningarorðum sínum um Jens Klæmint, at „ikki vóru so mong heldur á møti, og tey fylgjandi árini var smáligt í so máta. Men einstøk komu kortini, og summi av hesum blivu við at koma, og at endanum vórðu tey frelst. Tað var annars ein sterk mótstøða at merkja yvir fyri hesum innflytaranum og „gendoyparanum“. Ein maður beindi hann burtur av brúgv síni við hvøssum orðum – hann varð tó nøkur ár seinni frelstur og kom í samkomuna, har hann var ein stórur stuðul fyri vitnisburðinum.“
„Tá steig Jesus fram, talaði til teirra og segði: „Mær er givið alt vald í Himli og á jørð. Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans, og lærið teir at halda alt, ið Eg havi boðið tykkum! Og Eg eri við tykkum allar dagar, líka til enda tíðarinnar“ (Matt. 28:18-20).
Fyrsta tíðin hjá samkomuni var merkt av, at mótstøða var í lokalsam felagnum ímóti hesi „nýggju læruni“. Ikki minst var ósemjan sjónlig, tá ið tað kom til læru sam komunnar um dópin, at tað bert eru tey, sum persónliga hava tikið við Orði Guds, ið kunnu og eiga at lata seg doypa (Áp. 2:41).
Sunnudagin 21. oktober 1917 skrivar Andrew Sloan í dagbók síni, at tann morgunin ætlaði hann sær av bygdini, men gjørdist ov seinur til postbátin. Helst mundi Harrin vera uppií, skrivar Andrew, tí hetta gjørdi, at hann og Ella Hansen, sum 13. februar í 1923 gjørdist kona hansara, ístaðin fóru ein morguntúr, har tey endaðu inni hjá Eliesari í Pállsstovu.18
Eliesar, sum tá var umleið 37 ára gamal, bar tá upp á mál, at veðrið var so gott, og at hann vildi verða doyptur. Teir báðir fóru síðan at hyggja eftir egnaðum plássi og valdu fjøruna undir nótaneystinum, sum stóð úti í Víkunum.
Síðan varð avrátt, nær dópurin skuldi fara fram hendan dagin. Seinni sama dag bað Kristina Hansen (Stina í Vátutoft) eisini um dóp. Stina, sum var mamma áður nevndu Ellu, var tá um 60 ára aldur.
Seinnapartin hendan sunnudagin – júst ein mánað eftir, at fyrsta møtið varð hildið í fyrsta salinum – vórðu tey bæði sum tey fyrstu í nýggju samkomuni doypt.
Hóast einki alment varð kunngjørt um dópin, og Andrew Sloan skrivar í dagbók síni, at bert nøkur fá vistu av hesum, so mundi hetta kortini frættast skjótt manna millum í Klaksvík, tí tá ið løtan kom, at dópurin skuldi fara fram, var ein rættiliga stór mannamúgva komin saman har at hyggja at.
Áðrenn dópurin fór fram, talaði Andrew Sloan nøkur fá orð um dópin út frá 1. Korintbrævi 1:14-19, har vers 17 og 18 siga soleiðis: „Kristus sendi meg jú ikki at doypa, men at kunngera evangeliið, ikki við vísum orðum – fyri at krossur Kristusar skuldi ikki missa kraft sína. Tí orð krossins er víst teimum dárskapur, sum fortapast, men okkum, sum frelst verða, er tað kraft Guds.“
Eftir hetta fylgdust Eliesar í Pállsstovu og Andrew Sloan úr fjøruni út á sjógv, til tað var nóg djúpt at doypa. Eingin ivi er um, at hetta hevur verið ein álvarsom løta hjá teimum báðum, Eliesari og Stinu, tí Andrew skrivar, at tá ið Eliesar og hann gingu út á sjógv, regnaðu látur og eiðir niður yvir teir. Andrew greiðir frá, at tá ið hann skuldi reisa Eliesar uppaftur, „tá gleið Eliesar eitt sindur, so tað bleiv eitt sindur trupult at fáa hann uppaftur, men tað gekk bara væl, kortini.“
Stina í Vátutoft varð síðan doypt, „og tað gekk alt sera væl, burtursæð frá órógvinum frá „hinum”,“ skrivar Andrew Sloan, sum her sipar til áskoð ar arnar, sum hendan dagin fyri 100 árum síðan flentu og háðaðu hesi bæði, ið lótu seg doypa.
Tá varð tátturin gjørdur: „Vit hava fingið ein nýggjan prest, hann doypir niðri við Nótaneyst”, og langar tíðir aftaná var hann at hoyra millum húsini, tá ið onkur av teimum í samkomuni sást á gøtuni.
„Hetta var tað fyrsta dópsmøtið í Klaksvík,“ skrivar Andrew og heldur fram: „Spott og vanvirðing kunnu vit vera glað fyri, tí okkum er tað „jú givið – fyri Kristusar skuld – ikki bert at trúgva á Hann, men eisini at líða fyri Hansara skuld“ (Fil. 1:29).
„Á hesum dópsmøtinum var tað soleiðis, at báðir partar vístu sína støðu. Tó – hóast mong flentu og onnur bannaðu, so vóru tað fleiri, sum stóðu við tárum í eygunum,“ skrivar Andrew Sloan um hendan sunnudagin.
Eftir dópin úti í Víkunum var møti í salinum klokkan seks um kvøldið, har nokkso nógv vóru til staðar.
Seinni fór dópur fram heimi á Biskupsstøð, men síðan varð doypikar gjørt í tí fyrsta salinum, har dópur fór fram longu í 1920,19 møguliga fyrr.
„Og latið tykkum øll í eyðmjúkleika hvørt móti øðrum! Tí Gud stendur hinum stoltu ímóti, men hinum eyðmjúku gevur Hann náði. Eyðmýkið tykkum tí undir veldigu hond Guds, so Hann á tíð Síni kann seta tykkum høgt! Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum“ (1. Pæt. 5:5–7).
Andrew Sloan skrivar um ta fyrstu tíðina í samkomuni, eftir at fyrsti salurin varð bygd-ur, at smáliga og striltið gekk tey fyrstu 5–6 árini, men framá kortini. Jens Klæmint var ótroyttiligur í vitnisburði sínum og ikki minst mann og mann ímillum, og „talaði hann hvønn dag við tey, hann hitti“ (Áp. 17:17), hóast ikki altíð líka væl fagnaður.20
Jógvan Gerðalíð, sum varð føddur 26. august 1916 og sostatt upplivdi tey fyrstu árini hjá samkomuni, skrivar tann 10. juni 2005, at hann minnist, at mong tíðindi gingu um „baptistarnar“ tá á døgum: „Eg kundi sagt frá mongum, ið eg sum smádrongur fekk at hoyra um hesar „ranglærarar“. Eg minnist lítið til óndsinnaðar søgur, men summar kundu vera nokk so tyngjandi fyri meg, tí í hesum sektarflokki var mamma, og mamma var í mínum eygum hin fullkomna, elskuliga, syndafría mamma mín.“21
Møti vórðu til tíðir hildin kvøld um kvøld í vikuvís, eisini um ikki onkur serstakur var og vitjaði. Tað vóru ikki somu umstøður sum í dag, hvørki hvat sangi ella ljóðførum viðvíkur, men „Harrin var har,“ og sum Hann segði: „uttan Meg kunnu tit als einki gera.“22
Andrew greiðir frá, at framúrskarandi í hesum minnum er tíðin í 1919, tá ið hann og Victor Danielsen í fleiri mánaðir búðu á sama kamari í Vátutoft í Klaksvík og hildu møti í gamla Betesda saman við Jens Klæminti og Jóan Jakku av Viðareiði. „Tað var fyri mær ein rík og týdningarmikil tíð, og var Victor mær í mangar mátar ein góður stuðul fyri trúarlív mítt í teimum døgum.“23
Andrew Sloan skrivar, at tað var ikki sørt av trupulleikum, bæði innanífrá og uttanífrá, hesa tíðina við, og umleið 1921 til 1922 sá tað út eina tíð, sum alt skuldi syndrast í samkomuni, sum tá ikki var so stór. Men tað var ein tíð, sum dreiv Jens Klæmint og aðrar samsintar at liggja lágt fyri andliti Harrans og ákalla Hann. Og Harrin greip inn á ein bæði undurfullan og álvarsaman hátt:
„Aftan á hesa serstøku og hørðu atsókn frá sálarfíggindanum kom broyting í, og gamla Betesda varð skjótt alt ov lítið. Mong signingarrík minni eru frá hesi tíðini, sum t.d. tað sunnukvøldið, tá ið møtið var endað, men kom at halda fram einar 2 til 3 tímar aftrat heilt av sær sjálvum, so at siga, og millum teir nógvu, nógvu vitnisburðir vóru umleið einir 20-30 nýggir vitnisburðir. Tað var einki upparbeitt yvir hesum ella yvir spent, men fólk sótu sum negld á beinkinum, og eingin hugsaði um at fara avstað. Tað kvøldið aftan á møtið var frøin stór á Jens Klæminti og okkum øllum, og farið varð inn til bæði ein og annan at gleðast hvør við øðrum. Illa gekst at fáa í lag at fara heim til hvíldar ta náttina.“24
Nógv hevur staðið á ábyrgdarbrøðrunum hesa tíðina, tá ið tað sá út, sum alt skuldi syndrast í samkomuni, men so mikið størri hevur gleðin verið eftir hetta møtið við tíggjutals nýggjum vitnisburðum, sum óivað hevur verið ein forloysandi vend.
Um hetta sama mundið vórðu fyrstu samfelags møtini hildin í Føroyum. Í blaðnum Lív og Læru verður skrivað, at hesi møti mundu verða hildin í Klaksvík á jólum í 1923, har Angus MacKinnon, trúboðari úr Bretlandi, luttók.25
Lena hjá Jens Klæminti heldur tó, at hetta var í 1924. Hon greiðir soleiðis frá: „Fyrstu samfelagsmøti í Føroyum vórðu hildin í Klaksvík. Ein dagin kom Andrew Sloan og segði pápa, hvussu brøðurnir í Skotlandi og Onglandi hildu samfelagsmøti, og spurdi hann, um hetta ikki var vert at royna her hjá okkum. Sjálvandi var tað tað. Á jólum í 1924 vórðu so hesi fyrstu samfelagsmøti hildin í dansistovuni. MacKinnon, sum fyrstu ferð vitjaði í Føroyum í 1923, var við til hesi møti.“26
* * *
Angus MacKinnon (1880–1961) var ein av útlendsku trúboðarunum, sum fekk stórt árin á samkomurnar her á klettunum. Hann var úr Skotlandi, har hann á ungum aldri fór í fulltíðartænastu fyri Harran. í Umleið 1912 búsettist hann í Noregi. Tað mundi vera í 1923, at hann fyrstu ferð vitjaði í Føroyum, og eftir tað vitjaði hann javnan her. í 1930-árunum búsettist MacKinnon á Tvøroyri eitt tíðarskeið.27 Hann hevði sermerktar gávur at dýrdargera Kristus, serliga úr Efesusbrævinum.28
Tað skuldi eisini vísa seg, sum tað leið upp gjøgnum 1920-árini, at tann fyrsti salurin so smátt fór at fyllast og so við og við gjørdist ov lítil til hesa nýggju samkomu, sum nú var farin at vaksa.
Mynd frá Norðoya Fornminnasavni.29
Tað skuldi eisini vísa seg, sum tað leið upp gjøgnum 1920-árini, at tann fyrsti salurin so smátt fór at fyllast og so við og við gjørdist ov lítil til hesa nýggju samkomu, sum nú var farin at vaksa.
„Byggir ikki HARRIN húsið, so arbeiða teir til ónyttu, sum byggja at tí; varðar ikki HARRIN staðin, so vakir vaktarin til ónyttu“ (Sálm. 127:1).
Fólkatalið í Klaksvík, sum í 1860 hevði ligið um 200, var í 1908 vaksið upp í umleið 700, og í 1916, stutt áðrenn fyrsti salurin varð bygdur, vísti ein fólkateljing, at 743 fólk búðu í Klaksvík.
Tað er í hesum umstøðum, at brøður og systrar í Harranum byrja at savnast í Klaksvík. Sum áður umrøtt í hesum riti, eru tað serliga brøður og systrar av Viðareiði, sum taka tey fyrstu stigini og mynda hesa tíðina, tá ið tann fyrsti salurin verður bygdur.
Seinast í 1880-árunum kom Petur Samuelsen úr Havn, vanliga nevndur Petur bakarin, í bakaríið hjá Klaksvíkshandlinum at arbeiða. Í 1896 bygdi hann á Biskupsstøð, men longu í 1906 tók hann húsini niður og bygdi tey upp aftur úti í Víkunum.30
Um hetta greiðir Lena hjá Jens Klæminti soleiðis frá: „Heilt stutt eftir, at vit vóru komin til Klaksvíkar, kom Petur bakarin inn á gólvið eitt kvøldið. Pápi sat júst við Bíbliuni í hondini og las um at byggja Harranum eitt hús. Pápi helt fyri við hann: „Tú ert ikki ørindaleysur?“ Nei, tað var hann ikki. Hann helt fyri: „Eg rokni við, at tygum fara at hugsa um at byggja ein sal her í bygdini. Eg havi flutt hús míni út í Víkarnar, og grundin stendur eftir heima á Biskupsstøð. Tað man vera eitt hóskandi stað til sal mitt í bygdini. Annars hava fleiri spurt um grundina.“ Har munnu ikki hava verið langar tingingar, tí longu 21. september sama heyst varð fyrsta møtið hildið í Betesda,“ greiðir Lena frá.31
Sostatt var tað á sumri í 1917, at brøður keyptu hetta grundstykkið á Biskupsstøð frá Peturi bakaranum, og so varð farið undir at byggja fyrsta salin á somu grundina. Hesin salurin, sum varð tikin í brúk í september 1917, stóð nakað eystari/norðari enn teir salirnir, sum eru bygdir seinni. Um hesa tíðina vóru íalt einans seks ella sjey salir hjá brøðrasamkomum í Føroyum.
Ongar tekningar eru til skjals av hesum fyrsta salinum, men ein mynd er. Í „Tey Byggja Land“ finst eitt kort av Biskupsstøð um ár 1900, har húsini hjá Peturi bakaranum eru við, og har upplýsir rithøvundurin, J. Símun Hansen, eisini, at fyrsti salurin varð bygdur á ta somu grundina. Við støði í hesum og øðrum kortum og við at samanbera tey við nýggjari kort verður mett leysliga, at fyrsti salurin var knappar 6 x 9 metrar til víddar.32
Orð Guds lærir, at „táið tú gevur olmussu, lat tá ikki vinstru hond tína vita, hvat hin høgra ger“ (Matt. 6:3), og hava hesar bíbilsku grundreglur verið galdandi á hesum øki í samkomuni – og tey eru tað framvegis. Tí er tað ikki so løgið, at tað er smáligt við upplýsing um um kostnað og gávur í sambandi við bygging av salinum.
Fíggjarligu vánirnar eru avmarkaðar um hetta mundið, men Harrin svarar bønum, tí sagt verður frá, at „meðan teir taktu, kom ein peningagáva frá onkrum heilt ókendum í Svøríki. Annars vóru brøður av Viðareiði og Niels Holm úr Havn við.“33
Um gávuna úr Svøríki sigur John Høj, at hann frá eldri brøðrum hevur fingið frágreitt, at hesin fremmandi maðurin hevði spurt um salin, og um hvør hevði bygt hann, og tá ið hann frætti, at tað vóru privatfólk, ið bygdu, gav hann salinum 500 kr.
Fyri at fáa eina hilling á, hvussu stór henda peningagáva var, kunnu vit síggja í bókini „Fiskiveiði – Fiskimenn“ á síðu 401, at miðalinntøka hjá einum fiskimanni var 617 krónur í 1917. Fiskaprísirnir sveiggjaðu nógv árini 1911-–1938, og tað ávirkar sjálvandi inntøkur fiskimanna, og samanbering av vøruprísum og lønum millum 1917 og 2017 skal eisini takast við tí fyrivarni, at tá var vørubúskapur nógv størri partur av búskapinum enn í dag. Og so eru nógvar vørur, sum vit halda vera neyðugar í dag, sum ikki vóru til í 1917. Kortini sigur hetta so mikið, at talan var veruliga um eina munagóða gávu, sum mundi koma sera væl við hjá teimum fáu, sum hesa allarfyrstu tíðina komu í salin.34
Í Matt. 16:18 sigur Harrin Jesus, at Hann skal byggja samkomu Sína, og í 1. Kor. 3:7 endurtekur Orð Guds hesa somu grundreglu, at tað er eina „Gud, sum gevur vøkst“.
Sanniliga helt Harrin hesi lyfti Síni til nýggju samkomuna, sum savnaðist í Betesda, tí longu fá ár eftir 1917 fór fyrsti salurin at gerast ov lítil. Samkoman vaks, og fleiri fólk komu á møti. Neyðugt var tí at útvega størri høli. Vaksið varð eitt sindur um salin,35 men hann var tó framvegis ov lítil.
Hesa tíðina og fleiri áratíggju fram var Klaksvík eyðkend av eini rúkandi vinnuligari menning, ið skapti materiellan framburð og vøkstur. Hetta gjørdi, at fólk fluttu úr øðrum bygdum til Klaksvíkar, og íbúgvatalið í Klaksvík vaks ómetaliga skjótt:
Ár: | 1925 | 1930 | 1935 | 1950 | 1955 | 1966 | 1970 |
Íbúgvar: | 1042 | 1409 | 1709 | 2892 | 3510 | 4086 | 4266 |
Í 1928, bert 11 ár eftir at fyrsti salurin var liðugur, varð farið undir at byggja nýggjan og væl størri sal. Bygt varð ikki á somu grundina, men nakað vestari/sunnari, sum er sama stað, har Betesda í dag stendur.
Tað finnast ongar tekningar av hesum salinum, men á myndum og á einum korti hjá Líggjasi Húsgarð frá 1926 (har fleiri hús, m.a. salurin frá 1928, eru teknað inn seinni) sæst, at hesin salurin frá 1928 var umleið 8 metrar breiður og umleið 17 metrar langur.36
Heldur ikki tykist nøkur uppgerð yvir kostnaðin av hesi bygging at vera til taks, men sambært avskrift av einstøkum rokningum sæst, at hesin salurin hevði 22 vindeygu og 12 út- og innhurðar.37
Í nevnda tilfari skilst eisini, at fleiri av teimum, sum hava arbeitt upp á hesa bygging, vóru partur av samkomuni tá.
Óla Hans Biskopstø, sum stóð fyri byggingini, hoyrdi tó ikki til samkomuna. Tá ið salurin varð handaður samkomuni, helt Óla Hans skemtiliga fyri, at „tað var nógv fyri at vera við til at byggja ørkina og so ikki fara í hana sjálvur.“38
Givið er, at ein lutfalsliga stórur bygningur tá í tíðini hevur verið fíggjarliga krevjandi at bygt. Tí er eingin ivi um, at persónar í samkomuni tá hava spent seg út at fíggja hesa bygging við gávum.
Ein av teimum fáu í samkomuni í dag, sum sjálvur upplivdi at vera partur av sam kom-uni í 1930-árunum, er John Høj, sum er føddur í 1929 og er 88 ára gamal, tá ið hesar reglur verða skrivaðar.
Við hesum nýggja salinum gjørdust umstøðurnar munandi rúmligari og betri, tí umframt størri sal vóru nú fleiri rúm, eitt nú í kjallaranum, umframt ein svali – av mongum kallað gallaríið ella balkongin – ið eisini varð brúkt til sunnudagsskúlaflokk.
John minnist ógvuliga væl, tá ið hann kom í sunnudagsskúla og av álvara fór at ganga á møti. Hann greiðir soleiðis frá salinum:
„Eg minnist, tá ið vit komu í sunnudagsskúla, og morgunmøtið ikki var liðugt. Tá stóðu vit í sunnaru gong og hugdu inn gjøgnum lyklarholið fyri at síggja, hvat tað var, sum gekk fyri seg inni í salinum.
Hetta var í salinum, sum var bygdur í 1928.39
Frá sunnaru gong vóru trappur upp á loftið til balkongina, og í somu gong var eisini ein trappa niður í kjallaran.
Í norðara enda var eisini ein gong, og so var ein lítil salur har. Hann bleiv brúktur til bíblutímar, serlig møtir, sangøvilsir v.m.
Veggurin millum lítlasal og stórasal kundi takast niður, til dømis sunnukvøld,“ greiðir John Høj frá.
Alt, sum tit gera í orði ella verki
– gerið tað alt í navni Harrans Jesusar,
takkandi Gudi Faðir við Honum!
Kol. 3, 17