Barnaarbeiði
Latið hini smáu børnini koma til Mín, og forðið teimum ikki!
Endamálið við barnaarbeiði er at vinna børnini fyri Jesus og at hjálpa teimum at mennast andaliga.
Øll eru hjartaliga vælkomin í sunnudagsskúla hvønn sunnudag kl. 12.30. Sunnudagsskúlin varir umleið ein tíma. Sungið verður í ein hálvan tíma, og síðani fara børnini í flokkarnar, har tey verða lærd úr Bíbliuni ígjøgnum søgur, frásagnir, myndir o.a.
Flokkarnir eru:
0 – 3 ár
4 – 6 ár
1. – 2. flokkur
3. – 4. flokkur
5. – 6. flokkur
7. flokkur
Ábyrgd av sunnudagsskúlanum hava Elin Maria Sørensen, +298 788306 og Bjørn Simonsen, +298 236251
Afturlit: Tað er ikki greitt, nær fyrsti sunnudagsskúlin varð hildin í fyrsta salinum, men sunnudagin 19. november 1917 nevndi Andrew Sloan sunnudagsskúlan fyri fyrstu ferð í dagbók síni: „Søndagsskolen synes ogsaa at skulle blive bedre besøgt nu.” Sostatt var sunnudagsskúlin heilt frá byrjan partur av virkseminum í Betesda. Hvønn sunnudag síðan tá eru foreldur og børn komin í sunnudagskúla í Betesda.
Men Jesus kallaði tey til Sín og segði: „Latið hini smáu børnini koma til Mín, og forðið teimum ikki! Tí ríki Guds hoyrir slíkum til.“ Luk. 18, 16
Týskvøld kl. 17.15 til kl 19 er frítíðararbeiði fyri gentur og dreingir frá 3. flokki og eldri. Frítíðararbeiði er hvønn vetur frá miðjum oktober til seinast í mars. Fyrst er ein andakt, sum varir umleið hálva tíma við sangi og søgu. Síðani verður farið at virka ymiskt við hondunum. Vaksin eru hjástødd, sum hjálpa børnunum við arbeiðinum. M.a. ber til at smíða, at brodera, at binda, at perla og at seyma.
Ábyrgd av frítíðararbeiðinum hevur Jancy Høj, tel. +298 225362
Afturlit: Síðst í 1960-unum ella fyrst í 1970-unum fóru kvinnur í samkomuni at hava frítíðararbeiði fyri gentur hvørt týskvøld í vetrarhálvuni. Í dag verður skipað fyri frítíðararbeið bæði fyri gentur og dreingir.
Smábarnamammur eru hjartaliga vælkomnar til mammukafe týsmorgun frá kl. 11 til kl. 13. Á skránni er hugnaprát og góður drekkamunnur.
Ábyrgd av mammukafe’ini hevur Lena Neshamar, +298 455594
Afturlit: Í 2008 varð farið at hava eina mammukafe í Betesda mikudagar fyrrapart við tí fyri eyga at geva mammum, sum eru í barnsburðarfarloyvi, eitt stað at møtast, har tær kunnu tosa við aðrar mammur í góðum felagsskapi.
Hvørt sunnukvøld frá kl. 17.45 verður skipað fyri barnaansing, meðan evangelskt møti er. Øll børn undir skúlaaldur eru vælkomin. Børnini spæla, tekna og hugna sær saman við vaksnum fólki, ið hava ábyrgd tað kvøldið.
Ábyrgd hevur Sára Jacobsen
Alt, sum tit gera í orði ella verki
– gerið tað alt í navni Harrans Jesusar,
takkandi Gudi Faðir við Honum!
Kol. 3, 17