Eldrasamkoma
Eg skal als ikki sleppa tær og als ikki fara frá tær.
Eldrasamkoma er vanliga ein fríggjadag um mánaðin frá kl. 15 til 17, og øll eldri eru hjartaliga vælkomin.
Dagfestingarnar verða nærri kunngjørdar í samkomuni og á kalendaranum á heimasíðuni.
Á skránni er m.a. frásagnir um gerandislív, ferðafrásagnir, um søgu og siðsøgu og andaligur boðskapur. Umframt felagssang fevnir skráin oftast um sangframførslur.
Ábyrgd hava Betty og Jógvan við Keldu, +298 455136
Afturlit: Í 2008 vóru stig tikin til at skipa fyri regluligum eldrasamkomum í Betesda. Síðan tá hevur verið bjóðað til eldrasamkomu í vetrarhálvuni ein fríggjadag um mánaðin kl. 15.
Alt, sum tit gera í orði ella verki
– gerið tað alt í navni Harrans Jesusar,
takkandi Gudi Faðir við Honum!
Kol. 3, 17