Hjúnavígslur
Varðveit hjarta títt, fram um alt, ið varðveitt verður, tí úr tí gongur lívið út!
Møguleiki er at nýta salin í Betesda til hjúnavígslu. Samkoman hevur ábyrgarfólk á hesum øki, sum undan vígsluni hava samrøður við tilstundandi brúðarparið um bíbilsku meginreglurnar fyri hjúnabandið, og hvørjar meginreglur samkoman hevur fyri hjúnavígslu í Betesda. Eisini veita tey vegleðing um tað praktiska í samband við hølini vígsludagin.
Tey, ið ynskja at verða vígd í Betesda, eru vælkomin at venda sær til Guðrun & Jógvan Páll Steinberg, +298 220032, í so góðari tíð sum møguligt.
Afturlit: Í 2003 byrjaði samkoman at bjóða salin út til brúðarvígslur. Tað er tó ikki samkoman sjálv, sum vígir hjúnini. Talan er um borgarligar vígslur, sum antin borgarstjóri ella sýslumaður stendur fyri inni í Betesda.
Alt, sum tit gera í orði ella verki
– gerið tað alt í navni Harrans Jesusar,
takkandi Gudi Faðir við Honum!
Kol. 3, 17