Kafe
Gerið HARRAN stóran saman við mær, latið okkum saman seta navn Hansara høgt!
Kafein er opin hvønn hósdag kl. 10 til 12 og øll eru hjartaliga vælkomin. Tað er í mestan mun tilkomin og eldri, sum savnast at njóta góða samfelagið og hugnan í kafeini, har vanliga eisini eitt lítið sanglið er við. Eisini børn og ung koma, eitt nú úr skúlanum, at fáa sær ein drekkamunn.
Ábyrgd hevur Hanna Purkhús, +298 261241
Afturlit: Tá ið gamla Betesda varð tikið niður og nýggjur salur bygdur frá 2012 til 2014, leigaði samkoman høli við Klaksvíksvegin. Í hesum tíðarskeiðnum kveiktist hugskotið um at lata salin eitt sindur meira upp fyri nærumhvørvinum. Hetta tiltak fekk góða undirtøku og flutti við heim á Biskupsstøð, tá ið samkoman flutti inn í nýggja Betesda.
Alt, sum tit gera í orði ella verki
– gerið tað alt í navni Harrans Jesusar,
takkandi Gudi Faðir við Honum!
Kol. 3, 17