Betesdakórið
HARRIN er styrki og lovsongur mín, og Hann varð frelsa mín!
Tað hevur altíð verið so, at øll trúgvandi eru vælkomin at vera við í kórinum uttan nakra upptøkuroynd. Betesdakórið venur vetrarhálvuna hvørt týskvøld kl. 20, og øll trúgvandi eru vælkomin at vera við.
Ábyrgd hevur Torkil Mørkøre, +298 214176
Afturlit: Í 1926 verður Betesdakórið sett á stovn við tí endamáli at styrkja um felagssangin. Síðani tá hevur Betesdakórið støðugt sungið á vanligu evangelisku møtunum sunnukvøld í vetrarhálvuni. Kórið hevur gjøgnum tíðirnar vitjað bæði samkomur her heima og uttanlanda.
Alt, sum tit gera í orði ella verki
– gerið tað alt í navni Harrans Jesusar,
takkandi Gudi Faðir við Honum!
Kol. 3, 17