Trúboðarar
Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum!
Í juni mánað í 1962 fóru Eyðun Elttør (21 ár) og Zacharias Zachariassen (26 ár) við Bresti til Íslands saman við tí 19 ára gamla Jógvani Purkhús, sum kendi seg kallaðan at fara í fulltíðar tænastu fyri Harran í Íslandi. Hendan fyrsta túrin vóru ørindini at kanna landið, sum Jógvan hevði fingið eitt serligt hjarta fyri, og hildu teir tríggir vinmenninir møtir kring um í Íslandi. Hetta var partur av fyrireiking Jógvans til hesa tænastu, sum hann av álvara steig inn í á vári í 1963, tá ið hann flutti til Íslands.
Í januar mánað hetta árið fóru tríggir aðrir unglingar í samkomuni eisini til Íslands at arbeiða, læra málið og gera eina roynd at vitna um Harran. Serliga hugsaðu teir um at ganga við traktatum.69
Hesir tríggir unglingarnir vóru Hans Sivertsen (18 ár), Páll Poulsen (17 ár) og Óli á Grømma Jacobsen (17 ár), sum á heysti í 1962 somuleiðis kendu seg kallaðar av Harranum at fara í fulltíðar tænastu fyri Hann.
„Tí hvør fer at vanvirða dagin, tá ið byrjað verður við lítlum!“ Hetta ørindið í Zak. 4:10 var útgangsstøðið hjá Eliesari Poulsen, tá ið hann bar eitt orð fram til samkomuna og til teir tríggjar unglingarnar á tí seinasta møtinum í Betesda, áðrenn teir tann 13. januar í 1963 fóru av Kósini við Sjúrðarbergi til Íslands við gleðiboðskapinum.
Hetta var byrjanin til nakað nýtt í Betesda, tí Jógvan Purkhús, Óli á Grømma Jacobsen, Páll Poulsen og Hans Sivertsen vóru teir fyrstu fulltíðar trúboð ararnir, sum fóru út frá samkomuni, og í dag – skjótt 55 ár seinni – eru teir framvegis í tænastu fyri Harran á ymiskum støðum kring heimin.
Síðan tá hava fleiri, sum eru vaksin upp í samkomuni, stigið út á lyftið og eru farin í fulltíðar tænastu sum trúboðarar, einamest í øðrum londum, men eisini her heima.
Talan er um tíggjutals fólk, sum hesa gott hálvu øldina antin hava verið ella framvegis eru í fulltíðar tænastu.
„Farið út í allan heimin og prædikið evangeliið fyri øllum skapninginum!“ (Mark. 16:15)
Samkoman í Betesda sær trúboðan sum part av virksemi sínum, har uppgávan og ábyrgd-in hjá heimasamkomuni er at veita stuðul og biðja fyri teimum, sum eru farin út í full tíð ar trúboðanartænastu – tí „hvussu skulu teir prædika, uttan teir verða sendir!“ (Róm. 10:15)
Her kann nevnast, at Páll á Dul, sum í drúgva tíð var partur av leiðsluni fyri samkomuna, vísti stórt trúfesti yvir fyri trúboðarunum, sum fóru út frá samkomuni í fulltíðar tænastu fyri Harran. Ein av trúboðarunum sigur soleiðis frá hesum leikluti hansara: „Hann skrivaði regluliga til okkum, sum vóru uttanlands, vitjaði okkum, men ikki tí hann var í familju við okkum. Eitt annað, sum hann gjørdi, var, at so skjótt sum trúboðarar komu heim, so datt hann inn á gólvið at heilsa upp á okkum, bjóða okkum vælkomin heim og leska okkum við nøkrum krónum“.
Persónar við tilknýti til samkomuna í Betesda, sum higartil í søgu samkomunnar eru farnir í langtíðartænastu sum trúboðarar, eru hesir:
Jógvan Purkhús fór í 1962 fyri fyrstu ferð til Íslands at kanna landið, har hann síðani hevur virkað fyri Harran. Síðani fór hann tveir vetrar til Bretlands at búgva seg til tænastuna. Jógvan, sum framvegis er virkin í hesum verki, er giftur Rósu, og búgva tey í Reykjavík.
Hans Sivertsen fór til Íslands at tæna Harranum í 1963, og eftir hetta fór hann á Moorlands bíbliuskúlan í Onglandi. Í 1970 fóru hann og konan, Jonna, til Grønlands í fulltíðartænastu. Í januar 2017 tók Harrin Jonnu heim til Sín. Hóast svára missin av konu síni helt Hans fram í tænastuni í Grønlandi til í 2018, tá hann flutti aftur til Klaksvíkar at búgva, har hann er ein virkin partur av samkomuni í Betesda.
Páll Poulsen var í Íslandi í 1963 í tænastu Harrans. Í 1965 fór hann til USA á trúboðara-venjingarskúla hjá New Tribes Mission (NTM) og fór eftir tað í fulltíðartænastu, har hann hevur virkað bæði í Grønlandi og her heima. Síðan 2009 hevur Páll saman við konu síni, Marjun, staðið á odda fyri barnalegum við Nimerialik vatnið í Grønlandi.
Óli á Grømma Jacobsen: Eftir hava hava verið í Íslandi í tænastu Harrans í 1963 fór Óli í 1965 til USA á trúboðaravenjingarskúla hjá NTM. Eftir hetta, í 1968, fóru hann og konan Judy í fulltíðartænastu hjá NTM. Fyrst á trúboðaramálskúla í 15 ár, síðan 10 ár á Filipsoyggjunum, og síðan 1993 sum partur av altjóða leiðsluni fyri NTM, har tey framvegis eru virkin.
Poul Færø fór í 1976 í fulltíðartænastu sum trúboðari, har hann fyrstu árini var leiðari fyri legurnar í Zarepta. Umframt tænastuna í heimasamkomuni hevur høvuðsvirkis øki hansara verið at vitja samkomur og einstaklingar her heima, og er hann framvegis virkin í hesi tænastu. Poul er giftur Anniku.
Juvel II
Óli Steinberg fór saman við Onnu, konu síni, á venjingarskúla hja NTM í 1971, og í 1977 fóru tey til Grønlands at virka sum trúboðarar. Tey fluttu aftur til Klaksvíkar í 1999, men hildu fram í verkinum hiðani. Í 2008 tók Óli stig til at keypa og umbyggja Juvel II, sum nú er karmur um trúboðanarvirki hansara í Grønlandi.
Ragnar Niclasen fór í 1974 á bíbliuskúla hjá NTM í býnum Waukesha í statinum Wisconsin í USA og fór síðan saman við konu síni, Liz úr Kanada, í fulltíðar tænastu fyri Harran sum trúboðari hjá NTM á Filipsoyggjum. Árini 2008 til 2014 virkaðu tey í Onglandi, men eru í dag aftur á Filipsoyggjum.
Jógvan Júst Rasmussen fór í 1976 á bíbliuskúla í Jackson, Michigan í USA, og varð hetta byrjanin til fulltíðartænastu hansara fyri Harran sum trúboðari hjá NTM, har hann frá 1986 hevur virkað á Filipsoyggjunum. Hann virkar í dag serliga innan bíbliu umseting. Jógvan Júst er giftur Cathy úr USA.
Zacharias Zachariassen úr Norðragøtu gekk frá 1959 til 1961 á Moorlands bíbliu-skúlan um í Onglandi, og varð hetta byrjanin til tænastu hansara fyri Harran. Umframt tænastu Orðsins man lívsverk Zachariasar vera forlagið Leirkerið, har hann saman við bróður sínum, Flóvini Tyril, í mong ár hevur givið út blaðið og andaligar bøkur. Í 1980 giftist Zacharias við Lis úr Klaksvík. Zacharias flutti heim til Harran í august 2017.
Petur Hansen fór í 1980 á bíbliuskúla hjá NTM í Onglandi. Í 1985 fór hann saman við konu síni, Rachel úr Kansas í USA, út í fulltíðartænastu sum trúboðari hjá NTM. Frá 1985 til 2011 virkaðu tey í Papua Ný Guinea. Í dag eru tey partur av altjóða leiðsluni hjá NTM. Tey búgva í Nebraska, USA.
Henrikka Nielsen fór á bíbliuskúla hjá NTM í 1980 og arbeiddi síðan á skúlanum í nøkur ár og var eisini á venjingarskúla hjá NTM í USA. Henrikka er gift við Victori, og tey eru virkin í samkomuni í Betesda.
Lena og Trygvi Neshamar: Lena gekk á venjingar- og málskúla hjá NTM í USA frá 1983 til 1985. Fór síðan til Grønlands í 1986 at læra mál og mentan, hjálpa til á summar-legunum og luttaka í samkomuni í Nuuk. Í 1989 fluttu Lena og maðurin, Trygvi, til Paamiut, har tey virkaðu fyri Harran til 2007, tá ið tey fluttu til Klaksvíkar. Her eru tey virkin í samkomuni í Betesda.
Levi Joensen fór saman við konuni Grethu í fulltíðartænastu fyri Harran, tá ið tey í 1984 fluttu til Hirtshals at leiða samkomuhúsið Malta, sum tá var keypt til endamálið. Í 2011 fluttu tey bæði heimaftur og búgva nú aftur í Klaksvík. Kallið hjá Levi hevur altíð verið at kunngera evangeliið, bæði í samkomuni og kring landið, og er hann framhaldandi virkin í hesum verki.
Jørundur Hansen fór í 1984 á bíbliuskúla hjá NTM í Matlock í Onglandi. Eftir hetta fóru hann og konan, Linda, út í fulltíðartænastu fyri Harran og virkaðu frá 1990 til 2010 í Grønlandi. Í 2010 fluttu tey heimaftur til Klaksvíkar, her tey eru ein virkin partur av samkomuni.
Dan Jacobsen, sonur Judy og Óla á Grømma Jacobsen, fór í 1988 á bíbliuskúla og síðan á venjingarskúla hjá NTM í USA. Í 1993 fóru hann og konan, Christy, til Mongolia í fulltíðartænastu sum trúboðarar, har tey vóru til 2007, tá ið tey fluttu heimaftur til USA. Í 2017 fóru tey til Teilands sum trúboðarar hjá NTM. Sarah Jacobsen, dóttir Dan og Christy Jacobsen, hevur verið í fulltíðartænastu á einum barnaheimi í Chiang Mai í Teilandi síðan 2015.
Poul S. Joensen fór í 1989 á bíbliuskúla hjá NTM í Matlock í Onglandi, og í 1991 fór hann víðari á trúboðaraskúla í USA. Eftir hetta fóru hann og konan, Carol, í fulltíðartænastu fyri Harran sum trúboðarar hjá NTM í Papua Ný Guinea. Í 2013 búsettust tey í Onglandi hjá NTM North Cotes, men tænastan er framvegis fyri tað mesta viðvíkjandi Papua Ný Guinea, har Poul javnan ferðast aftur og fram.
Miriam Vang, dóttir Jonnu og Hans Sivertsen, fór á bíbliuskúla í Onglandi í 1991 og virkaði síðani saman við manni sínum, Niels Vang, í Eysturgrønlandi árini frá 2001 til 2011. Síðani fluttu tey til Føroyar at búgva, meðan børnini vóru tannáringar, men fluttu síðani aftur til Eysturgrønlands í juli 2016 og hava búð har síðani.
Símin Ósá fór í 1998 saman við konu síni, Ásu, á bíbliuskúla hjá NTM í Matlock í Onglandi og síðani til USA á trúboðaraskúla. Eftir hetta fóru tey út í fulltíðartænastu fyri Harran og virkaðu í Grønlandi árini frá 2001 til 2006. Tey búgva í Havn og eru ein virkin partur av samkomuni í Hebron á Argjum.
Heidi Guttesen, sum er dóttir Cathy og Jógvan Júst Rasmussen, virkar í fulltíðartænastu í Italia saman við manni sínum, Regini Guttesen úr Havn. Tey fóru á bíbliuskúla hjá NTM í Onglandi í 2001 og fóru til Italia síðst í 2003.
Monika Kunoy Sharp fór í 2001 í stutttíðartænastu fyri Harran á Filipsoyggjum. Í 2002 fóru hon og maðurin, Tim Sharp, á bíbliu- og venjingarskúla hjá NTM í North Cotes í Onglandi. Í 2005 fóru tey út í fulltíðartænastu sum trúboðarar á Filips oyggjunum, har tey framvegis virka.
Anja Nielsen fór í 2003 á bíbliuskúla hjá GLO í Skotlandi. Í 2004 fór hon á trúboðara-venjingarskúlan hjá NTM í Onglandi. Í 2006 fór hon út í fulltíðartænastu hjá NTM á Filipsoyggjunum, har hon virkaði í 10 ár á tveimum miðstøðum fyri trúboðarar. Í 2017 fór hon á bíbliuskúla í eitt ár hjá Torchbearers í Eysturríki.
Craig Niclasen, sonur Liz og Ragnar Niclasen, gekk á bíbliuskúla hjá NTM í North Cotes í Onglandi árini 2002–2003. Eftir hetta vóru hann og konan, Claire, í trúboðara-venjing í 2005–2006, eisini hjá NTM í Onglandi. Í dag virka tey fyri Harran í Birmingham í Onglandi.
Rógvi Joensen fór í 2007 út í fulltíðartænastu, einamest innan evangelisering og millum samkomurnar her heima, og er frá 2016 í parttíðartænastu. Rógvi er giftur við Annu Mariu Joensen.
Jóhannis Mortensen var við OM-skipinum Doulos í 2004-2006 og hevur síðan 2008 virkað í Nantes í Fraklandi saman við fronsku konu síni, Cécile, bæði fyri OM og í lokalu samkomuni.
Nanna Lukama fór í 2000 á bíbliuskúla hjá GLO í Zambia, og frá 2004 til 2008 gekk hon á bíbliuskúla i London saman við manni sínum, David Lukama, sum er úr Zambia. Frá 2009 til 2019 virkaðu tey sum trúboðarar hjá GLO í Zambia. Nanna býr í dag í Klaksvík, her hon er ein virkin partur av samkomuni í Betesda.
Benjamin Hansen, sonur Rachel og Petur Hansen, fór á bíbliuskúla hjá NTM í Onglandi í 2002. Hann og konan, Wina, fóru til Papua Ný Guinea í 2010. Síðani 2015 hava tey virkað á høvuðsstøðini hjá NTM í Týsklandi.
Hansy Tuohy hevur saman við manni sínum, Martin, sum er dani, virkað sum trúboðari í Meksiko síðan 2013. Martin las gudfrøði á Dallas Theological Seminary árini 2005–2010.
Philip Hansen, sonur Rachel og Petur Hansen, fór á bíbliuskúlan hjá NTM í Waukesha í USA í 2005. Hann og konan, Natalie, hava virkað í Papua Ný Guinea síðani 2012.
Filip Sivertsen, sonur Jonnu og Hans Sivertsen, er júst farin í parttíðartænastu fyri Harran í Nuuk í Grønlandi saman við konuni, Ane. Tey gingu í bíbliuskúla og fingu trúboðaravenjing hjá NTM í Onglandi frá 2015 til 2017.
* * *
Umframt hesi, sum eru farin út frá samkomuni at virka – tey flestu fulla tíð í eitt longri ára mál – so eru, serliga hesi seinnu árini, eisini komnir aðrir stutttíðar trúboðanarmøgu-leikar og virksemi, sum fólk í samkomuni frá tíð til aðra gera brúk av. Hetta kann eitt nú vera trúboðanarskip, leguarbeiði, trúboðanar- og hjálparferðir o.s.fr.
Á samfelagsstevnuni í Klaksvík á hvítusunnu í 1989 skipaði samkoman fyri einari trúboðara stevnu, har allir fulltíðar trúboðararnir hjá brøðrasamkomuni við tilknýti til Klaksvík vórðu bodnir heim. Stevnan, sum vardi frá mikudegi 10. mai til 2. hvítusunnudag 15. mai 1989, var sera væl vitjað. Talan var um eina hendinga uppliving fyri bæði trúboðararnar sjálvar og fólk í samkomuni annars, tí ongantíð áður høvdu øll hesi verið heima og vitjað samstundis. Í grein um stevnuna skrivaði Dagblaðið: „Tað er ikki á hvørjum degi, at trúboðar, sum eru farnir út úr Føroyum, fáa høvi at hittast. Onkrir teirra eru gamlir vinmenn og skúlafelagar, men hava ikki sæst rættiliga í oman fyri 20 ár. Aðrir hava valla hitst fyrr.“70
70 Dagblaðið 29. mai 1989, síða 11, skrivað hevur Erla Berghamar.
Alt, sum tit gera í orði ella verki
– gerið tað alt í navni Harrans Jesusar,
takkandi Gudi Faðir við Honum!
Kol. 3, 17