Ungdómsarbeiði
Hugsa um skapara tín á ungdómsdøgunum.
Endamálið við ungdómsarbeiði er at leiða tey ungu til Harran!
Ungdómsmøti í Betesda er hóskvøld kl. 20. Vanliga verður sungið, onkur hevur eitt orð og bjóðað verður til kaffimunn. Her eru øll ung vælkomin. Eisini gleðast tey ungu um tey, ið eru eitt sindur eldri, ið eisini koma. So ver hjartaliga vælkomin – uttan mun til aldur.
Ábyrgd hevur Kári Østerø, +298 788117
Afturlit: Í 1961 frættust tíðindi frá Betesda um, at byrjað fór at vera við ungdómsmøtum. Hetta var ein serstøk tíð í samkomuni, og síðan tá hava ungdómar hvørt hóskvøld møtst til felagssang, vitnisburð og bíbliulæru. Møtini verða skipað ymiskt, og øll eru hjartaliga vælkomin hvørt hóskvøld á ungdómsmøti kl. 20.
Opið hús er hvørt leygarkvøld í vetrarhálvuni, har ungfólk hugna sær saman og spæla ymisk spøl so sum borðtennis, bobb og ymisk borðspøl. Kl. 22 er sangløta við andakt, sum er fastur táttur av kvøldinum.
Øll ung eru hjartaliga vælkomin til opið hús í Betesda leygarkvøld kl. 21.
Ábyrgd hava Filip Bech, +298 271671 og Ró á Lakjuni Simonsen, +298 256632.
Afturlit: Í 2002 sóu ung ein tørv á at røkka longur út til unga fólkið í økinum, m.a. við at geva teimum eitt gott savningarstað um vikuskiftið. Upprunaliga varð arbeitt við møguleikanum at brúka høli í býnum, men úrslitið av hesi visjón gjørdist til „opið hús” í Betesda.
Andaktirnar í ymisku heimunum fyri ung eru hvørt sunnukvøld klokkan 20:30. Øll ung eru vælkomin.
Í andaktunum verða ymiskir bíbliuspurningar lýstir saman við aktuellum evnum ella spurningum við serligum áhuga fyri ung.
Ábrygd fyri tí yngru hava Josiah Lukama, +298 213353 og Ásbjørg Hjelm, +298 504638
Ábrygd fyri tí eldru hava Kári Østerø, +298 788117 og Ró á Lakjuni Simonsen, +298 256632
Afturlit: Umleið 1986 fóru tey ungu í Betesda at savnast til andakt sunnukvøld heima við hús. Í fyrstuni var tala um ein samlaðan bólk, men við tíðini gjørdust tey ungu so mong, at skipað varð, eins og í dag, fyri tveimum andaktum sunnukvøld, ein fyri tey yngru og ein fyri tey eldru.
Alt, sum tit gera í orði ella verki
– gerið tað alt í navni Harrans Jesusar,
takkandi Gudi Faðir við Honum!
Kol. 3, 17