Aftur á ferð í Orðinum
Hesa komandi vikuna fara vit aftur á ferð í Orðinum, har vit sum samkoma savna okkum um eitt brot úr Bíbliuni, sum vit hoyra boðskapir útfrá og kunnu hugsa og samtala um okkara millum.
Bíbliuteksturin, vit gjøgumganga hesa vikuna, er 1. Korintbræv, kapittul 5 og 6 sum vit heita á systkinini um at lesa.
Á møtinum mikukvøldið 26 apríl kl. 20 tala Davur Johannesen og Jóhan við Neyst útfrá kapittul 5 og 6:1-11. John Færø o.o leiða felagssangin. Eftir møtið verður ein drekkamunnur.
Á møtinum sunnukvøldið 30 apríl kl. 18.00 talar Sámal Mikkelsen útfrá restina av kap. 6. Ung úr Betesda leiða felagssangin, Sámal Rasmussen hevur ein vitnisburð, eisini verður ein boðskapur til børnini meðan talan er. Eftir møtið verður nátturði.
Møtið verður stroymt á heimasíðuni hjá Betesda. Hjartaliga vælkomin – vit síggjast