Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii
Álvarsami talarin sigur við grátandi rødd: „Vit finna ongastaðni í Skriftini, at Jesus flenti.“ Ein lítil genta á fyrsta beinki loypur upp og sigur: „Hatta passar ikki.“ Talarin gerst kløkkur og spyr hví. „Tí,“ sigur hon, „tað stendur, at tey smáu børnini komu til Hansara. Hevði Hann sæð líka álvarsligur út sum tú, hevði einki barn torað at komið til Hansara.“
Við hesum í huga fara vit at hyggja at gleðini kring Jesus. Lukas verður ferðaleiðari og leiðir okkum ígjøgnum evangeliið, sum hann gav okkum. Vit byrja í fyrsta kapitli og enda í síðsta kapitli.
Fyrsti kapittul
Gamla Elisabet er glað, tí hon er við barn. Maria kemur at vitja hana. Aftur stór gleði. Og so er Jóhannes føddur, enn meira gleði (Luk. 1.41-45, 58).
Annar kapittul
Frelsarin er føddur, stór gleði. Gleði, sum skal verða fyri alt fólkið (Luk. 2.10).
Triði kapittul
Gud Faðirin sigur, at Hann hevur tokka til Sonin. Hetta kann eisini umsetast, at Hann hevur gleði í Soninum (Luk. 3.22).
Fjórði kapittul
Náðiárið – ella fagnaðarárið, sum Triðja Mósebók kallar tað. Fagnaður í eitt heilt ár, ikki eiti á fagnaður (Luk. 4.19; 3. Mós. 25).
Vit lesa um fyrstu undurverkini í Lukasar evangelii. Og vit vita, at við undurverkum kemur gleði (Luk. 4.31-41).
Fimti kapittul
Veitslan hjá Levi. Í Lukasar evangelii er Jesus næstan altíð antin til borðs, á veg til okkurt borðhald ella frá onkrum borðhaldi (Luk. 5.29).
Jesus sigur um lærisveinar Sínar, at teir kunnu ikki fasta. Teir eru saman við Jesusi, og tað er sum at vera til brúdleyp – tá fastar tú ikki (Luk. 5.34).
Sætti kapittul
Jesus sigur við lærisveinar Sínar, at sjálvt um alt kundi sýnast tungt nú, so vóru teir sælir ella glaðir, sum tað eisini kann umsetast. Mótvegis hesum hevði Hann ikki nógv gott at siga um tey, sum nutu sæluna ella gleðina nú. Lukas hevur nógv at siga um munin á rættari og skeivari gleði (Luk. 6.20-26).
Sjeyndi kapittul
Høvuðsmaðurin er nakað glaður, tá ið tænarin er grøddur. Og mamman ikki um at tala, tá ið sonurin verður livandi aftur (Luk. 7.10, 13-15).
Jóhannes doypari situr í fangahúsi og er ikki glaður. Gleði hansara kemur seinni.
Jesus er til borðs hjá fariseara. Tað skuldi verið ein gleðiløta, men tað bleiv tað ongantíð, tá ið hann var saman við farisearum. Hann treivst betur saman við syndarum.
Áttandi kapittul
Tað, sum fall í gaddajørð, eru tey, sum taka við orðinum við gleði, men onga rót hava. Slík gleði er stokkut.
Níggjundi kapittul
Enn fleiri undurverk og við undurverkunum gleði.
Tíggjundi kapittul
Teir 70 koma glaðir aftur, tí illu andarnir eru teimum lýdnir. Jesus biður teir heldur gleðast um, at nøvn teirra eru uppskrivað í Himli.
Jesus fyllist av gleði í Heilaga Andanum.
Ellivti kapittul
Stóra gleði teirra, sum hoyra orð Guds og goyma tað.
Tólvti kapittul
Glaður ríkbóndi, ið doyr sum dári, mótvegis trúgvum tænararum, sum verða glaðir, tá ið Harri teirra setur teir til borðs og tænir teimum.
Trettandi kapittul
Tey fara at koma eystaneftir, vestaneftir, norðaneftir og sunnaneftir og sita til borðs í ríki Guds. Hugsið tykkum gleðina!
Fjúrtandi kapittul
Fyrst gleði teirra, sum duga at vísa gestablídni móti teimum, sum ikki hava tað gott. Og síðan líknilsið um hin stóra nátturðan. Gleðirómur.
Fimtandi kapittul
Maðurin, sum biður vinir sínar gleðast við sær, tí hann hevur funnið mista seyðin. Kvinnan, sum biður vinkonur sínar gleðast saman við sær, tí hon hevur funnið burturmistu drakmuna. Pápin, sum í gleði síni ger stóra veitslu, tí burtvilsti sonurin er heimafturkomin, og sum síðan sigur við eldra sonin, at nú áttu teir at verið glaðir.
Sekstandi kapittul
Ríki maðurin livir í gleði og góðgæti. Tað er, áðrenn hann doyr. Lazarus er glaður í fangi Ábrahams. Tað er, aftan á, at hann doyr.
Seytjandi kapittul
Tíggju spitalskir grøddir. Bara ein kemur aftur og takkar. Gleðin hevur ikki verið líka.
Átjandi kapittul
Foreldrini, sum koma til Jesus við børnum sínum. Sum smágentan, vit nevndu at byrja við, segði: „Andlit Jesusar hevur lýst av eini gleði, sum hevur drigið børnini til Hansara.“
Nítjandi kapittul
Glaði Zakeus skundar sær niður úr trænum og fer til hús við Jesusi.
Alt fólkið gleðist um kraftargerðir Jesusar.
Tjúgundi til trý og tjúgunda kapittul
Ikki nógv gleði. Golgata skýggini verða alt myrkari og myrkari, til alt er myrkt. Her eru tað fíggindar Jesusar, sum gleðast.
Og tó, mitt í øllum tí myrka er eisini sonn gleði. Vit lesa í Hebrearabrævinum, at tað var fyri gleðina, sum lá fyri framman, at Jesus tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna.
Fýra og tjúgundi kapittul
Jesus er risin, og lærisveinarnir eru so glaðir, at teir fáa seg ikki at trúgva tí.
Jesus fer aftur til Himmals, og lærisveinarnir fara aftur til Jerúsalem við stórari gleði.







