Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda
Hvønn sunnudagsskúla er ein bíbliuløta fyri foreldur og onnur vaksin, meðan børnini eru í flokkunum, og nú sunnudagin fer Símun Absalonsen at halda fram við gjøgnumgongdini av Rómbrævinum.
Við tí endamáli at geva okkum øllum góðan andaligan førning inn í tann nógv upptikna dagligdagin byrjaði samkoman fyrst í juni at hava hesa bíbliuløtuna í sunnudagsskúlanum fyri foreldur og onnur vaksin, sum hava áhuga.
Foreldur at sunnudagsskúlabørnum gjørdu vart við, at tey saknaðu eina slíka løtu í Betesda fyri tey vaksnu um middagsleitið sunnudagar, tá familjan longu er í sunnudagsskúla. Fyri flestu foreldur man hetta vera eitt tað besta høvið til eina róliga løtu, har tey vaksnu í familjuni fáa ein boðskap úr Bíbliuni.
Nú vit eru komin út í september mánað, kunnu vit gleðiliga staðfesta, at higartil er hetta átak eydnast væl.
Jens Kristian Olsen hevur gjøgnumgingið Efesusbrævið, Símun Absalonsen er ávegis at ganga ígjøgnum Rómbrævið, og aðrar gjøgnumgongdir av bókum í Bíbliuni komandi mánaðirnar verða tilrættalagdar.
Skráin fyri sunnudagin er nú henda:
Kl. 11:00-12:15 Morgunmøti
Kl. 12:15-13:00 Kaffi í gongini (beint eftir morgunmøtið)
Kl. 12:30-13:00 Sunnudagsskúlin byrjar við sangi í salinum
Kl. 13:00-13:30 Børnini fara í flokkarnar + Bíbliuløta í salinum
Kl. 14:30-15:30 Enskt møti
Kl. 18:00-19:00 Evangeliskt møti
Hjartaliga vælkomin 😊

