Av bókahillini: Stevnið eftir heilagleika!

Tær flestu av bókunum, sum eg havi ummælt í hesum greinunum, eru bøkur, sum eg havi lisið fyri mongum árum síðan. Vóni ikki, at nakar heldur, at hetta merkir, at eg havi læst meg fastan í alt gamalt. Fyri meg er tað bara nakað serstakt at kunna taka bøkur av hillini, sum eg las fyri mongum árum síðan. 

Hugsaði at tosa eitt sindur um eina bók, sum eg las afturi í fýrsunum. Las hana, meðan vit lósu málfrøði í statinum Missouri í USA. Bókin eitur á enskum „The Pursuit of Holiness“. Varð hon umsett til føroyskt, kundi heitið møguliga verið „At stevna eftir heilagleika“. Heitið er tikið úr Hebrearabrævinum 12.14:

„Stevnið eftir friði við øll og eftir heilaggering – tí uttan hana skal eingin síggja Harran!“ 

Eitt sindur um høvundan

Maðurin, sum skrivaði bókina, eitur Jerry Bridges. Hann skrivaði seinni fleiri aðrar bøkur, allar væl verdar at lesa. Jerry Bridges virkaði innan fyri kristna felagsskapin The Navigators. Hetta er ein felagsskapur, serliga ætlaður at hjálpa ungum trúgvandi – í Noregi eitur felagsskapurin Navigatørene, og í Føroyum er hann kanska best kendur undir heitinum Navigatørarnir.

Felagsskapurin varð stovnaður í USA í 1933 og virkaði upprunaliga serliga millum ungar menn í amerikanska herflotanum, haðani navnið The Navigators, sjófararnir. Seinni varð eisini farið at arbeiða millum lesandi. 

Navigatørarnir hava altíð lagt stóran dent á týdningin av at læra skriftstøð uttanat. Tá ið eg gekk á bíbliuskúla, var partur av skúlagongdini at læra vers og brot úr Skriftini uttanat. Skipanin, vit fylgdu, kom frá Navigatørunum.

Eitt sindur um bókina

Aftur til bókina „The Pursuit of Holiness“ (At stevna eftir heilagleika). Heitið sjálvt nemur nakað í okkum. Uttan mun til, hvussu miseydnað andaliga lív okkara hevur verið, so er tað bara ein veruleiki, at hoyra vit Harranum til, so tráa vit eftir heilagleika. Vit tráa eftir at kenna okkum rein og Gudi nær. Tað var jú tað, vit vóru bæði skapt og frelst til.

Hyggur tú at øllum bókunum hjá Bridges, so varnast tú, at trý evnir ganga aftur: Heilagleikitrúgv og náði. Hesi trý eru nær tengd at hvør øðrum. At skilja náðina førir til djúpa tráan eftir heilagleika, og at skilja heilagleika førir til djúpa tráan eftir náði. Og tað, sum bindur hesi bæði, heilagleikan og náðina, saman, er trúgvin.

Sitat úr The Pursuit of Holiness

  • Vilt tú byrja at síggja syndina sum eitt misbrot móti einum heilagum Gudi og ikki bara sum eitt persónligt niðurlag? Vilt tú byrja at taka persónliga ábyrgd fyri syndir tínar og skilja, at tú einans kanst gera tað við at kasta teg yvir á náði Guds? Og vilt tú velja at lýða Gud í øllum, sama hvussu lítlan týdning tað enn kann sýnast at hava?
  • „Hetta skrivi eg tykkum, fyri at tit skulu ikki synda.“ (1. Jóh. 2.1). Tað gekk upp fyri mær, at eg siktaði nógv lægri enn Jóhannes. Hann segði – gerið tað til mál tykkara ikki at synda – meðan eg, djúpt í hjartadýpi mínum, var nøgdur við ikki at synda so ofta.
  • Tað, sum eyðkennir alla venjing, bæði likamliga og andaliga, er, at vit duga ikki at byrja við og gera tí nógvar feilir.
  • Jonathan Edwards skrivaði sum ungur maður: „Eg seti mær fyri – hvussu illa tað enn kann tykjast at ganga – aldri at geva eftir ella á nakran hátt at slaka í bardaganum ímóti spilluni innan í mær.“
  • Ofta halda vit, at tað ber væl til at spæla við freistingar, tí synda vit, ber altíð til at játta tað og fáa fyrigeving. Slík hugsan er sera vandamikil. Gud ger ongan mannamun, tá ið Hann dømir synd, og letur onga synd um Seg ganga. Eingin synd er so lítil, at Hann letur hana bara fara aftur við borðinum. Nei, Gud hevur eitt brennandi hatur til synd, hvar enn Hann sær hana.
  • Vit halda alt ov ofta, at ein ella onnur synd hevur vunnið á okkum. Nei, syndin hevur ikki vunnið á okkum, vit hava rætt og slætt valt at vera ólýðin. Tað hevði kanska verið okkum betri ikki at nýtt orðingar sum at sigra og falla, men heldur kallað tað at vera lýðin og ólýðin.

Onkur heldur kanska, at hesi sitatini frá Bridges ljóða í so avgjørd. Veit ikki, tey samsvara, í hvussu so er væl við tað, sum Skriftin lærir. 

Aftur til tey trý evnini, sum eru sum ein reyður tráður ígjøgnum bøkurnar hjá Bridges: Heilagleikináði og trúgv. At liva tað sanna trúarlívið er at tora at vera grótharður við seg sjálvan. Tú torir tað, tí tú hevur upplivað, hvussu stór náðin er.