Ótti fyri framtíðini?

Ótti og stúranir finna sær ofta eina inngongd í sinni okkara á ein snildisligan hátt. Kanska er tað ymiskt frá persóni til persón alt eftir, hvussu vit eru samanskrúvað, hvørjar ílegur vit hava arvað, og hvørjar royndir vit hava í lívinum.

Um nakar er, sum kennir okkum, so er tað Gud. Tað er ikki uttan grund, at Hann í Sínum orði eggjar okkum til at byggja verjugarð í tonkum okkara. Ein verjugarð, sum verjir okkum móti svikaálopum djevulsins, og ein verjugarð, sum er bygdur uppá Orð Guds (Ef. 6:10-18).

Um eg skal avdúka mín egna ótta, so eri eg ikki so bangin fyri degnum í dag, ei heldur morgindegnum ella mínum egna lívi. Men eg beri ótta fyri framtíðini hjá komandi ættarliðum í Føroyum. Kanska er hetta ein púra ógrundaður ótti, men tó?

Tað er ikki bara kristindómurin, sum hevur eina missiónsætlan, tað hevur mótstøðumaðurin eisini.

So vit skulu vera vakin og biðjandi, ikki óttafull. Óttin eigur at dríva okkum í bøn, í andaligan bardaga móti harrum heimsins í hesum myrkri.

Ljósið, sum kom í heimin, er sterkari enn myrkrið og kann reka myrkrið út. Hetta er gott at minna seg á hesa jólatíð.

Mótstøðumaðurin hevur eitt mál við Føroyum, og tað er at avkristna okkum. Hetta mugu vit altíð vera tilvitað um. Fyri okkum, sum bara eru von við at liva og samlast í frælsi saman við nógvum trúgvandi í “kristnum” landi, virkar hesin tankin so óveruligur.

Hvørja ætlan hevur Satan? Hann gongur runt sum ein brølandi leyva men eisini sum ein ljósins eingil, og tí er lætt at verða snýttur. Alt kann tykjast ljóst og gott, eingin vandi á ferð, men vit mugu seta spurningin, um andi antikrist/ ljósins eingil er aftanfyri?

Vit kristnu liva í heiminum men eru ikki av heiminum, og hetta vil altíð vera ein avbjóðing og ein bardagi hjá okkum. Serliga í hesum humanistiska rákinum, tí humanisman líkist kristindóminum og hevur sín uppruna í honum. Munurin er tó, at humansiman hevur sett menniskjað í miðdepilin framum Gud.

Stríðsætlanin hjá Satan er fyrst og fremst at gera okkum veik við at fáa okkum at sovna í trúnni, fáa okkum at hugsa, at tað er væl statt við okkum, vit eru trúgvandi, og kanska vit ganga á møti og lesa eitt sindur í Bibliuni, samlast við øðrum trúgvandi o.s.fr. Men sum vit lesa í brotinum í Ef 6, so krevst í roynd og veru meira. Lat okkum tríva í onkra strofu:

Vit skulu lata okkum í herklæði Guds, verður sagt tvær ferðir, tí tá hin óndi dagur kemur, skulu vit vera ment at standa. Tað vil siga, at hann kemur, og alt kann broytast, og vit mugu ikki vera so bláoygd, at vit ongantíð vænta eldin, sum Bíblian eisini tosar um.

Hvat tað er at lata seg í herklæði Guds, kann sigast við fáum orðum: At kenna Orðið, lata tað liva í okkum, at vera biðjandi í Andanum – altíð. Tá vit vera vakin á henda hátt, fara vit altíð at kenna svikapílar Satans, og kunnu vísa teim frá okkum, tí vit hava bygt verjugarð í sinni okkara.

Til seinast, vit mugu ikki taka kristindómin sum eina sjálvfylgju. Vit mugu arbeiða uppá trúnna við ótta og bivan (Fil 2:12), vit mugu biðja fyri okkum sjálvum og komandi ættarliðum, at vit mugu standa sterk í trúnni, so vit koma at sanna, at ljósið vinnur á myrkrinum. Vit kunnu minna okkum á hetta, tá vit tendra jólaljósini hesa adventstíð: Hann, sum kom inn í hendan myrka heimin, kom við friði. So latið okkum taka móti hesum friði, og latið okkum samstundis gera okkum til reiðar til bardagan.

Skrivað hevur Maria Mørkøre