Betesda hevur opið hús á Summarfestivalinum

Hósdagin 4. august byrjar Summarfestivalurin 2022 eftir 2 ára steðg. Betesda hevur “Opið Hús”, meðan festivalurin er.

Hóskvøldið letur húsið upp kl. 21:00. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið verður latið upp kl. 20:00.

Øll eru vælkomin framvið til at hvíla seg, fáa ein ókeypis drekkamunn og annars at njóta samfelagið við okkum.

Fríggjakvøldið og leygarkvøldið umleið kl. 23:00 verður skipað fyri sangløtu, og síggja vit fram til at síggja so mong sum gjørligt.

Verið vælkomin, síggjast 🙂