Bispurin, sum tordi at standa einsamallur – John Charles Ryle
Torir tú sum Dániel
eina standa her?
Torir sannleika tú fylgja,
hvørja leið tað ber?
Philip P. Bliss (Amer.), 1838-1876
(Victor Danielsen týddi)
Tað er ofta einsligt at liva eitt heilagt lív. Bíblian sigur tað, og lívið váttar tað.
Havi júst lisið eina ævisøgu um gamla anglikanska bispin John Charles Ryle (1816-1900). Enska heitið á bókini er: „Prepared to Stand Alone“, vit kundu sagt: „Útgjørdur at standa aleina.“ J.C. Ryle var eitt satt fyridømi, tá ið tað kom til at tora at standa einsamallur.
At hann var anglikanari og enntá bispur, merkir, at vit høvdu helst ikki verið samd við hann í øllum. Vit lata tað fara. Hetta var maður, sum náddi andaligum hæddum, sum flestu okkara aldri fara at náa.
Kom til trúgv
J.C. Ryle var 21 ára gamal, tá ið hann kom til trúgv. Hann sigur um seg sjálvan: „Um nakað er, sum eitur ævigt fortapilsi í Helviti – og eg havi ongan iva um, at so er – so var eg æviga fortaptur, um eg doyði, áðrenn eg var 21.“
Álvarslig sjúka gjørdi, at hann kom til trúgv. Drúgva seingjarlegan fekk hann at lesa Skriftina og biðja. Skriftstaðið, sum opnaði eygu hansara, var Efesusbrævið 2.8:
„Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,“
Kom at standa einsamallur
Tað hevur ikki altíð verið lætt hjá Ryle at vera prestur og seinni bispur í anglikansku kirkjuni. At hann var persónligur trúgvandi og sannførdur um, at Skriftin var sonn, merkti, at hann ofta kom at standa einsamallur. Jú, tað vóru sjálvandi onnur trúgvandi fólk í anglikansku kirkjuni, men flestu prestarnir vóru tíverri meira ávirkaðir av tíðarrákinum enn av Orðinum.
Tað vóru serliga tvey rák, sum gjørdu seg galdandi. Tað eina var tað hákirkjuliga rákið, nevnt anglo-katolisisma ella ensk-katolisisma. Tað er rákið, sum dregur kirkjuna nærri katólsku kirkjuni og tí, sum hon stendur fyri – eitt nú frelsu í dópinum. Sum prestur og bispur tók Ryle eina sterka støðu ímóti hesum rákinum. Hitt rákið var nevnt liberalisman. Tað er rákið, sum avnoktar trúvirðið í Skriftini. Og eisini her tók Ryle eina sterka støðu.
Sæð frá einum søguligum høpi, tapti hann stríðið ímóti hesum báðum rákunum. Anglikanska kirkjan gleið bara longri og longri burtur frá Orðsins grund, men sæð úr ævinleikans sjónarhorni, so var J.C. Ryle á røttu síðuni, og tá tapir tú ikki.
Flestu samtíðarfólk hansara mettu hann sum ein dinosaur frá fornøldini. Tað er ofta prísurin, tú noyðist at gjalda, vilt tú vera trúgvur ímóti Bíbliuni. Og tó er tað áhugavert at síggja, hvussu stóra ávirkan, hann hevur á trúgvandi kring allan heim enn tann dag í dag. Tað sigur ikki so lítið, tí tað eru jú meira enn 125 ár eftir, at Harrin tók hann heim til Sín.
Ryle er meira lisin enn nakar av mótstøðumonnum hansara. Og soleiðis er tað altíð. Tað nýggja kann tykjast spennandi, men tað verður skjótt gamalt og gloymt. Men so er ikki við tí æviga, tað verður verandi ævigt.
Nakrar endurgevingar frá Ryle
„Bíbliulærarin má vera bæði postivur og negativur. Skulu fólk skilja sannleikan, er ikki nóg mikið bara at vísa á tað rætta, tú ert eisini noyddur at vísa á tað skeiva. Tú mást fáa fólk at skilja munin á tí, sum er livandi, og tí, sum er deytt. Paulus vísti mangan á tað, sum var skeivt, og hann ræddist ikki at gera tað á ein hátt, ið áhoyrarunum ikki dámdi.
„Tað, sum eg ræðist mest í dag, er ikki so nógv læruna um, at eingin Gud er, men læruna um, at alt er Gud. Eg ræðist ikki so nógv læruna, sum sigur, at einki er satt; eg ræðist læruna, sum sigur, at alt er rætt. Eg ræðist, tá ið eingin torir at siga, hvat er skeivt, tá ið vit eru ov fitt til at tora at tala at. Tá ið vit eru so varin at særa onkran, at vit tora ikki at átala, tá ið okkurt er skeivt. Slíkur atburður er einki annað enn at boyggja seg fyri avgudinum, sum kallast frælslyndi, og ofra sannleikan á altari hansara.“
„Vara teg, at tú ikki skapar tær tín egna Gud, ein Gud, sum er bara miskunn, men ikki rættvísi; ein Gud, sum er bara kærleiki, men ikki heilagur; ein Gud, sum hevur ein Himmal fyri øll, men einki Helviti; ein Gud, sum ongan mun ger á tí góða og tí ónda. Ein slíkur Gud er ein avgudur, gjørdur við okkara egnu hondum, hatta er ikki Gud Bíbliunnar.“
Tey, sum Andin dregur til Jesus, eru tey, sum Andin hevur sannført um synd. Eingin kann vera drigin til Jesus og fylgja Honum, um viðkomandi ongantíð hevur havt nakra sannan av synd.
Undir vanligum umstøðum kanst tú fáa barnið at gevast at gráta, um tú gevur tí onkra leiku at spæla við. Men er barnið svangt, so nyttar eingin leika. So er eisini við mannasálini. Hon verður ongantíð nøgd, fær hon ikki røttu føðina.





