Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Yvirkoyrdi smádrongurin – J. I. Packer

10/07/2026

Barna- og ungdómsár

Vit eru í Onglandi í 1930unum. Ein sjey ára gamal smádrongur kemur rennandi. Hann hevur stóran skund, tí ein stórur drongur er eftir honum. Í hastinum sær hann ikki vøruvognin og verður yvirkoyrdur.

Drongurin fær stóran skaða í høvdið. Skaðin er somikið stórur, at ikki verður hildið ráðiligt at lova honum út at spæla. Restina av barnaárunum má hann lata sær lynda at sita inni og lesa og skriva.

Tá í tíðini fingu smádreingir á hansara leiðum ofta eina súkklu í føðingardagsgávu, tá ið teir fyltu ellivu. Tað vónar hesin smádrongurin eisini at fáa; men í staðin fær hann eina brúkta skrivimaskinu. Neyvan var hann glaður, hóast hon var í góðum standi, og lítið mundi hann vita, hvussu stóran týdning henda skrivimaskinan kom at hava í lívi hansara.

Eftir lokna skúlagongd fer hann á lærda háskúlan í Oxford, og meðan hann er har, kemur hann til persónliga trúgv á Jesus Kristus.

Nú er tað Skriftin, sum fær hansara størsta áhuga. Sum frá líður verður hann ein væl kendur gudfrøðingur og skrivar fleiri bøkur. Maðurin, vit tosa um, er James Innel Packer – vanliga nevndur J.I. Packer.

Lív hansara er ein vitnisburður um, hvussu Gud ongantíð søplar tað burtur, sum hendir okkum. Uttan mun til hvussu høpisleyst lívið kann tykjast, so kann Hann venda tí til tað besta.

Bókin „Knowing God“

Kendasta bókin hjá J.I. Packer man vera „Knowing God“, (At kenna Gud). Eg las hana fyrstu ferð stutt eftir, at vit fluttu til Filipsoyggjarnar. Bókin hevur verið mær til stóra signing. Les hana. Og hevur tú lisið hana, les hana so umaftur. Hetta er av sonnum bók, ið er verd at lesa meira enn eina ferð.

Endurgevingarnar, ið nú koma, eru ikki orð fyri orð úr bókini, men eru brot, sum hava fingið tí at sodna og tí eru umorðað í huga mínum. Sannleikar, sum eg haldi eru verdir at leggja sær í geyma:

Viðmerkingar um at kenna Gud

„Og hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ Jóhannes 17.3

„ja, sanniliga, og eg rokni alt fyri tap móti tí, sum er so mangan meiri vert: At kenna Kristus Jesus, Harra mín, fyri hvørs skuld eg havi mist tað alt. Og eg rokni tað fyri skarn – fyri at eg kann vinna Kristus“ Filippibrævið 3.8

Grundin til, at vit kunnu koma at kenna Hann, er, at Hann tók fyrsta stigið at koma at kenna okkum.

At kenna Gud er ikki tað sama sum at vita um Gud. Tað er sum við fólki; stórur munur er á at vita um ein persón og at kenna ein persón.

Vilji og tráan Hansara er, at vit koma at kenna Hann. At miða eftir hesum altíð er størri enn nakað, ið hesin heimur kann skilja.

At kenna Hann er ikki bara ein skylda, nei, tað er tað besta og týdningarmiklasta.

Viðmerkingar um sonarættin

„Tit fingu jú ikki trældómsanda, so tit aftur skulu óttast; nei, tit fingu Anda sonarættarins, og í Honum rópa vit: „Abba! Faðir!““ Rómbrævið 8.15

„Og av tí at tit eru synir, hevur Gud sent í hjørtu okkara Anda Sonar Síns, Hann, sum rópar: „Abba! Faðir!“ Galatiabrævið 4.6

Tað, sum Nýggja Testamenti í stuttum lærir okkum, er, at Gud er Faðir okkara. At skilja tað er at skilja sambandið millum okkum og Gud.

Alt tað, sum ger Nýggja Testamenti nýtt, er í hesum, at Gud er Faðir okkara.

Heitið „Faðir“ er kristna navnið fyri Gud.

At skilja støðu okkara í Kristusi er at skilja, at vit hava fingið sonarættin. Tá ið vit verða var við tað, kemur alt annað í rættlag.

Viðmerkingar um kærleika Guds

„so tit, rótfest og grundfest í kærleika, kunnu við øllum hinum heiløgu vera ment at fata, hvør breiddin, longdin, dýpdin og hæddin er, og kenna kærleika Kristusar, sum stígur upp um allan kunnskap – fyri at tit kunnu verða fylt við allari fylling Guds.“ Efesusbrævið 3.18-19

Tað er stórt, at Gud hevur fyrigivið okkum, men mangan størri, at Hann elskar okkum.

Tað er ein lætti at vita, at eg fari aldri at kunna gera nakað, sum fær Gud at elska meg meira ella minni, enn Hann longu ger. Hann veit alt um meg – bæði tað, sum eg havi gjørt, tað, sum eg geri, og tað, sum eg fari at gera. Og kortini fer Hann ongantíð at verða vónbrotin av mær. Hann veit jú longu alt um meg.

Eingin friður er, sum friður teirra, ið kenna kærleika Guds. Samband teirra við Gud er trygt, bæði her í lívinum, í deyðanum og í allari ævini.

Tags: Jógvan Júst Rasmussen, Orð
Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/07/J.I.Packer.png 376 1128 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2026-07-10 07:00:002026-07-09 22:46:20Yvirkoyrdi smádrongurin – J. I. Packer
Tær dámar møguliga eisini hetta
Orð Míni, sum Eg talaði við tykkum
Eitt gott beiti í Triðju Mósebók
“Nú er stuttligt at liva!” – Elin Davidsen
Gudsótti og „Feðgar á ferð“
Bíbliutektsur til 30.03.2020
Epafroditus – Hann vágaði lívið

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
  • Yvirkoyrdi smádrongurin – J. I. Packer10/07/2026 - 07:00
  • Bispurin, sum tordi at standa einsamallur – John Charles Ryle26/06/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Logos Hope í Føroyum25/08/2026 - 13:49
  • Petur á Roykheyggi talar mikukvøldið25/08/2026 - 13:16
  • Jákup Hansen talar sunnudagin23/08/2026 - 11:56
  • Sunnudagsskúlin sunnudagin kl. 12:30 – Símun Absalonsen talar í bíbliuløtuni23/08/2026 - 04:43
  • Sangkórið byrjar aftur at venja týskvøldið21/08/2026 - 13:05

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00
  • Á bíbliuskúla24/07/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top