Betesdalega í Zarepta

Barnafamiljur í Betesda fara til Zarepta vikuskiftið 19. til 21. januar 2024.

Tilmelding til leguna verður í Betesda eftir sunnudagsskúlan í morgin, sunnudagin, 07. januar 2024.

Fyri at so nógv sum gjørligt skulu sleppa á legu, er ætlanin, at mammur og børn sova í kamari saman, og somuleiðis sova pápar og børn í kamari saman. Møguleiki er at koma við ynskjum um, hvørjum ein vil hava kamar saman við. Vit kunnu tó ikki lova at ganga øllum ynskjum á møti.

Um áhugin at koma á legu verður størri, enn pláss er fyri, verður lutakast millum tey, sum melda seg í morgin, sunnudagin. Eftir hetta verður teldupostur við upplýsingum um tilmelding, legugjald, vm. sendur til øll tey tilmeldaðu.

Kostnaðurin fyri leguna er:

Vaksin (18 ár og eldri) 550 kr

Børn 2-14 ár 300 kr

Ung 15-17 ár 400 kr

Vit gleða okkum til eitt gott vikuskifti saman á Zarepta 🙂