Bíbliulestrarvika
Mikukvøldið kl 20:00 byrjar ein nýggj røð av bíbliulestrarvikum.
Evnið í hesi røðini er Fyrsta bræv Jóhannesar. Leisturin verður eitt sindur umlagdur, tí vit avmarka okkum nú til møtið mikukvøld. Alt hetta árið út verða bíbliulestrarvikur hvørt seinasta mikukvøld í mánaðinum.
Nú mikukvøldið leggur Sámal Mikkelsen fyri við eini innleiðslu til Fyrsta bræv Jóhannesar, og síðan eini gjøgnumgongd av kapittul 1, versini 1-4 – „Orð lívsins“.
Eftir møtið verður ein drekkamunnur.