Bíbliulestrarvika 21.-27. mars
Komandi vikuna verður aftur bíbliulestrarvika á skránni. Frá sunnudegnum 21. mars til leygardagin 27. mars fara vit sum samkoma at lesa Hebrearabrævið 4.1-5.10
Setið tíð av gjøgnum vikuna at lesa tekstin og biðið Heilaga Andan tala til tykkara gjøgnum hann. Tað er eisini uppbyggjandi at samtala við onnur trúgvandi um tað, ið ein fær burtur úr tekstinum.
Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 24. mars fer Olgar Fuglø at tala um Hebrearabrævið 4:1-13
Á evangeliska møtinum sunnukvøldið 28. mars fer Jóan Petur Joensen at tala um Hebrearabrævið 4:14-5.10
Øll eru hjartaliga vælkomin til bæði møtini.
Møtini verða stroymd beinleiðis umvegis heimasíðuna hjá Betesda, so verið vælkomin at siga teimum frá, ið ikki kunnu vera við í salinum.
Harrin signi samkomu sína!