Sigvard Johannesen innsettur sum elsti
Á morgunmøtinum 25. okt. varð Sigvard Johannesen kunngjørdur sum elsti og hevur tikið sæti í nevndini fyri samkomuna í Betesda.
Læruna og skipanina av samkomuni finna vit í brøvunum, har serliga Paulus er HARRANUM ein «útvaldur reiðskapur» (Áp. 9:15). Hetta staðfestir orð Guds eisini í 1. Kor. 11:23, har Paulus sjálvur skrivar: «Eg havi fingið frá HARRANUM tað, sum eg eisini havi lært tykkum …»
Eins og HARRIN opinberaði fyri Mósesi, hvussu Tabernakliðskuldi byggjast, og ofringarnar skipast, soleiðis opinberaði HARRIN fyri Paulusi, hvussu samkoma Kristusar skal skipast.
Í Tit. 1:5 skrivar Paulus til Titus: «Tí var tað, eg læt teg verða eftir á Kreta – at tú skuldi fáa skil á tí, sum eftir var at gera, og seta inn elstar í hvørjum býi, soleiðis sum eg álegði tær». Síðan nágreinar orð Guds krøvini til ein slíkan í eftirfylgjandi versunum, og somu boð lesa vit í 1. Tim. 3:1-15.
Fyri tíð síðan valdu Jógvan Høj og Jógvan Páll Steinberg at takka fyri seg sum partur av samkomuleiðsluni. Vit takka teimum báðum hjartaliga fyri gott samstarv og trúfasta tænastu.
Síðan hava vit tosað við brøður um at seta inn elstar í teirra stað, og í juli mánað kundu vit boða frá, at Svend Sivertsen hevði tikið við sum elsti her í samkomuni.
Nú kunnu vit boða samkomuni frá, at ein samd leiðsla hevur spurt Sigvard Johannesen úr Klaksvík um at taka við ábyrgd sum ein elsti her í samkomuni. Hesum hevur hann játtað og er nú partur av leiðsluni fyri samkomuna í Betesda.
Sigvard er giftur við Ásu, sum er úr Norðdepli. Tey búsitandi í Klaksvík og eiga døtrarnar Bjørg, Bára og Rebekku.
Tey bæði hava í mong ár víst íðinskap í verki HARRANS og hava verið trúføst og virkin her í samkomuni.
Í samkomuleiðsluni eru nú hesir:
1. Steinbjørn O. Jacobsen
2. Kjartan Simonsen
3. Jóhan við Neyst
4. Dávur Johannesen
5. John Færø
6. Svend Sivertsen
7. Sigvard Johannesen

