Bíbliulestrarvika

So fara vit aftur á ferð í Orðinum – nú í 1. Korintbrævi, kapittul 1.

Hesa komandi vikuna fara vit aftur á ferð í Orðinum, har vit sum samkoma savna okkum um eitt brot úr Bíbliuni, sum vit hoyra boðskapir útfrá og kunnu hugsa og samtala um okkara millum.

Bíbliuteksturin, vit gjøgumganga hesa vikuna, er 1. Korintbræv, kapittul 1, sum vit heita á systkinini um at lesa.

Á møtinum mikukvøldið 1. feb. kl. 20 verður innleitt og talað um trupulleikan í samkomuni í Korint við støði í 1. Kor. 1:1-17. Sámal Mikkelsen og Áron Sofus Vest tala, Bjørn og Maria á Lakjuni Simonsen leiða sangin. Eftir møtið verður ein drekkamunnur.

Á møtinum sunnukvøldið 5. feb. kl. 18 er yvirskriftin: „Evangeliið er heiminum dárskapur“ (1. Kor. 1:18-31). John Færø talar, Betesdakórið syngur og leiðir felagssangin, Anna Simonsen sigur eina søgu, og Durita Hummeland hevur ein vitnisburð. Eisini verður dópur á hesum møtinum. Eftir møtið verður nátturði.

Hjartaliga vælkomin – vit síggjast 🙂