Bíbliulestrarvika – seinasta í 2020

Komandi vikuna er seinasta bíbliulestrarvikan í 2020 á skránni. Frá sunnudegnum 27. desember til leygardagin 2. januar fara vit at eggja samkomuni at lesa evangeliið eftir Markus kapittul 15 og 16.

Setið tíð av gjøgnum vikuna at lesa tekstin, og biðið Heilaga Andan tala til tykkara gjøgnum hann. Eisini kann tað vera uppbyggjandi at samtala við onnur trúgvandi um tað, ið ein fær burtur úr tekstinum.

Vit enda vikuna komandi sunnukvøld 3. januar kl. 18.00 við einum beinleiðis netmøti úr Betesda.

Vit biðja, at Heilagi Andin skal lata „orð Kristusar búgva ríkliga millum okkara, so vit í øllum vísdómi læra og áminna hvønn annan við sálmum, lovsongum og andaligum vísum og syngja yndisliga í hjørtum okkara fyri Gudi!”

Harrin signi samkomu sína!