Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Tag Archive for: Bíbliulestrarvika

Aftan á bíbliuskúlan

07/08/2026

„Hjarta menniskjans upphugsar veg tess, men HARRIN stýrir fetum tess.“ Orðtøkini 16.9

Í síðstu greinini segði eg frá um bíbliuskúlaárini. Har vóru mong vinabond knýtt. Onkur teirra halda enn.

Hugsaði, at tað kundi verið áhugavert at sagt frá onkrum næmingi, og hvussu lívið hjá viðkomandi hevur lagað seg. Sjálvandi er tað ymiskt frá næmingi til næming. Eingin er líka. Soleiðis er lívið bara.

Næmingurin, sum eg havi valt, eitur Thomas.

Vit taka bakstøðið í sanginum hjá Øssuri Berghamar: „Tað er so ymiskt, sum lív várt er lagað.“

Tað er so ymiskt, sum lív várt er lagað,
stundum vit leika og læa sum børn.
Beiskleikar lívsins við hvørt okkum ræða,
skýggini myrku tey boða frá ódn.
Signingarríkt, at ein lærdi at kenna
hann, sum við orði í ódn skapti logn.
Og, tá ið álvarans spurningar brenna,
eingin er størri og dýrari ogn.

Á skúla og til Panama

Vit vóru kamarsfelagar fyrstu lestrarhálvuna, eg var á skúlanum. Hann var fýra ár eldri enn eg. Tey hava helst hildið – og av røttum – at tað var týdningarmikið, at hesin fremmandi drongurin úr Norðuratlantshavinum fekk ein skilagóðan, búnan rúmfelaga, ein, sum kundi hjálpa og leggja honum lag á. Og Thomas var rætti maðurin. Hann var miðvísur og tók Harran í fullum álvara. Hann var fittur og stuttligur, men eisini álvarsamur. Hann var ikki bara har fyri at stuttleika sær ella bara fyri at fáa sær eitt sindur av bíbliukunnleika, nei, hann var har at menna seg. Hann vildi gera mun. Ein góð fyrimynd.

Hann var lutfalsliga nýggjur í trúnni, hevði bara verið trúgvandi í eini tvey ár. Var komin til trúgv, meðan hann var í herinum. Ein eldri beiggi hansara var við New Tribes Mission, og helst var tað gjøgnum hann, at hann hoyrdi um NTM bíbliuskúlan.

Thomas byrjaði á skúlanum í januar 1976, sum eg byrjaði í september 1976. Barbara, genta hansara, var í sama flokki sum eg. Tey byrjaðu at ganga saman stutt eftir, at hon kom á skúlan, og giftust árið eftir.

Eftir at hava lokið venjingina hjá NTM fóru tey til Panama sum trúboðarar.

Til Panama og heimaftur

Eftir at tey vóru komin til Panama, gjørdust tey nokk so skjótt greið yvir, at tey vóru ikki væl skikkað til fremmandar umstøður. Tey royndu í nøkur ár, men fluttu so heimaftur.

Ringt er at eftirmeta, tá ið slíkt hendir. Týdningarmikið er at hava í huga, at Harrin setur ofta stórt virði í tað, sum heimurin metir miseydnað ella burturspilt. Angandi salvan hjá Mariu úr Betania man vera gott dømi um tað.

Lærisveinarnir søgdu: „Hvat skal henda burturspilling til!“ Matteus 26.8

Lítið vistu teir.

Aftan á Panama

Tað tók teimum dygt, at tað ikki eydnaðist í Panama, men tíbetur vóru tey loftað av góðum fólki og komu skjótt aftur fyri seg.

Thomas fekk sær víðari útbúgving í Skriftini.

Tá ið hann var liðugur, spurdu teir leiðandi í samkomuni, sum Barbara var uppvaksin í, um hann kundi koma og leiða samkomuna.

Lívið er ofta løgið og eyðmýkjandi. Thomas kundi –  áðrenn tey fóru til Panama – vera í so bersøgin, tá ið tað snúði seg um at fara út í allan heimin. Hann segði mær, at hann hevði einaferð sagt í einari talu í hesi somu samkomuni: „Hevði tað ikki verið stórt, um tit vórðu noydd at selja bygningin, tí øll vóru farin út á trúboðanarmarkina?“ Og nú bað sama samkoma hann koma og leiða tey.

Farnu árini hava Barbara og Thomas verið knýtt at ymsum samkomum. Tey hava roynst trúføst, men sum helst tey flestu, ið hava verið við í samkomuleiðslu mugu ásanna, so hevur tað ikki altíð verið lætt.

„Aftrat øllum hesum havi eg tað, sum hvønn dag ger mær ófrið: Umsorganina fyri øllum samkomunum.“ Seinna Korintbræv 11.28

Seinast vit samskiftu, læt Thomas koma til sjóndar, at hann var vorðin troyttur, segði, at hann kendi tað, sum hann sampakkar ikki, hevur ongantíð gjørt tað. Hann segði tað ikki beinleiðis; men tað, sum lá í tí, hann segði, var, at hann kendi seg illa viðfarnan av fólki í samkomunum, sum hann hevur verið tongdur at.

Nú má eingin miskilja meg. Thomas hevur ongantíð verið eitt grenj, tvørturímóti, hann er bæði dámligur og jaligur, ein persónur, sum dugir væl við fólki. Tað broytir tó ikki veruleikan, at samkomuarbeiði kann vera strævið.

50 ár eftir bíbliuskúlan

Lítið vistu vit, eftir øll hesi árini, hvussu lívið fór at laga seg. Gott vit ikki vistu. Og so eru vit aftur í sanginum hjá Øssuri.

Skiftandi streymar um lívsleiðir reka.
Brotini stundum so leikaðu á,
skip várt varð løstað – vit fingu ein leka,
bønin sum neyðarróp steig okkum frá.
Men tá ið ódnin á náttini longu
tóktist at taka burt megi og mátt,
sást hann at koma á bylgjum til gongu.
Skip várt varð bjargað – og horvin var nátt.

Ein vinur segði við meg, at í hansara føri hevur tað mangan verið: Alt av náði. Tað er satt um okkum øll, meira enn vit skilja. Mangan mugu vit bara drýpa høvur og siga, sum Øssur sigur at enda í sanginum:

Frelsari, kom tú og tak um mítt róður,
loðsur tú ver mær og set mína kós.
Tú hevur verið mær vinur so góður.
Orð títt á leið míni lykt er og ljós.
Rødd tín, hon talar, og stormarnir lúta –
hómast í havsbrúnni land fyri stavn –
fram móti Himli so siglir mín skúta
inn í ta ljósu og ævigu havn.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2026/08/Thomas.png 340 1229 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2026-08-07 07:00:002026-08-06 17:12:15Aftan á bíbliuskúlan

Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-21

18/12/2024

Jákup Hansen talar út frá kapittul 5:5-21 í Fyrsta brævi Jóhannesar.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/12/Bibliulestrarvika-1-845x321-1.png 321 845 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-12-18 22:21:342024-12-18 22:21:34Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-21

Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:4

28/11/2024

Tim Sharp talar út frá kapittul 4,13-5,4 í Fyrsta brævi Jóhannesar.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/11/Bibliulestrarvika.png 1080 1920 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-11-28 09:44:072024-11-28 09:44:07Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:4

Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-12

31/10/2024

 Jón Helmsdal talar út frá kapittul 4:7-12 í Fyrsta brævi Jóhannesar.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/10/Bibliulestrarvika-2.png 1080 1920 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-10-31 12:00:042024-10-31 12:00:04Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-12

Bíbliulestrarvika 25. september 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:1-6

26/09/2024

Kristian Hansen talar út frá kapittul 4: 1-6 í Fyrsta brævi Jóhannesar.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/09/Bibliulestrarvika.jpg 1080 1920 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-09-26 19:53:072024-09-26 20:02:49Bíbliulestrarvika 25. september 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:1-6

Bíbliulestrarvika 4. september 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 3:11-24

04/09/2024

Á møtinum hoyra vit Sámal Mikkelsen tala út frá kapittul 3:11-24 í Fyrsta brævi Jóhannesar.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/bibliulestrarvika-1030x687-1.png 687 1030 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-09-04 22:49:442024-09-06 10:10:29Bíbliulestrarvika 4. september 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 3:11-24

Bíbliulestrarvika 31. juli 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 2:29-3:10

31/07/2024

Áron Vest talar útfrá kapittul 2:29-3:10 í Fyrsta brævi Jóhannesar.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/bibliulestrarvika-1030x687-1.png 687 1030 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-07-31 22:13:452024-07-31 22:13:45Bíbliulestrarvika 31. juli 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 2:29-3:10

Bíbliulestrarvika 26. juni 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 2:12-28

26/06/2024

Kári Østerø talar útfrá kapittul 2:12-28 í Fyrsta brævi Jóhannesar.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/06/Bibliulestrarvika.png 1080 1920 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-06-26 23:02:062024-06-26 23:02:06Bíbliulestrarvika 26. juni 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 2:12-28

Bíbliulestrarvika 29. mai 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 1:5-2:11

02/06/2024

Teitur Isaksen talar útfrá kapittul 1:5-2:11 í Fyrsta brævi Jóhannesar.

Møtið varð ikki stroymt vegna tekniskt brek.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/bibliulestrarvika-1030x687-1.png 687 1030 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-06-02 13:43:202024-06-02 13:55:20Bíbliulestrarvika 29. mai 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 1:5-2:11

Bíbliulestrarvika 24. apríl 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 1:1-4

24/04/2024

Sámal Mikkelsen leggur fyri við eini innleiðslu til Fyrsta bræv Jóhannesar, og síðan eini gjøgnumgongd av kapittul 1, versini 1-4 – „Orð lívsins“.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/bibliulestrarvika-1030x687-1.png 687 1030 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2024-04-24 23:10:202024-04-24 23:10:21Bíbliulestrarvika 24. apríl 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 1:1-4
Page 1 of 8123›»

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58
  • Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið12/09/2026 - 17:21
  • Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið12/09/2026 - 17:20

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top