Bønarløta í Betesda gerandismorgnar kl. 07:15

Í løtuni verður skipað fyri bønarløtu í Betesda hvønn gerandismorgun – mánadag til fríggjadag – kl. 07:15, har biðið verður til HARRAN, at Hann skal vitja samkomu Sína við Sínum Anda og kraft.

Tað eru ungdómar í samkomuni, sum hava tikið stig til hesa bønarløtu. Atvoldin er ikki nakað ávíst evni ella tiltak, men einans eitt ynski um, í felag, at søkja HARRAN í ákallan, bøn og tøkk, so sum Hann áleggur okkum trúgvandi at gera.

Ynski teirra ungu og okkara er, at øll í samkomuni – ung sum eldri – luttaka í hesi bønarløtu.

Dyrnar verða latnar upp kl. 07:00, og bønarløtan byrjar kl. 07:15.

Hjartaliga vælkomin.