Óli á Grømma Jacobsen takar á møtinum mikukvøldið kl. 20

Judy og Óli Jacobsen eru komin heim til Føroya á vitjan í nakrar vikur.

Hesa tíðina fara tey at vitja ymsar samkomur, so sum avmarkaða tíðin liyvir, og eisini verða tey við og koma at luttaka á legum í Zarepta.

Tey hava í mong ár virkað sum trúboðarar og eru í dag partur av leiðsluni fyri trúboðanarfelagsskspin NTM.

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið 25. august kl. 20 kemur Óli at hava ein boðskap til okkum.

Stuðla verkinum á Zarepta

Um Harrin leggur tær á hjarta at stuðla verkinum á Zarepta, so kanst tú gera tað við at lata vørur.

Týsmorgun millum kl. 7:30-10 kunnu vørur kunnu latast inn í Betesda. Kl 10:00 kemur bilurin frá Zarepta og avheintar vøruna.

Latið okkum hava hetta í huga, og geva eftir førimuni. Biðið fyri verkinum har vesturi, at Harrin skal signa legurnar og geva ríkan ávøkstur.

Summarmøti í Betesda

Aftur í ár fara vit at bjóða øllum hjartaliga vælkomin til summarmøti í Betesda. Evnið fyri møtini í ár er: Hvør er Jesus? “Eg eri”-útsagnir Jesusar í Jóhannesar evangelium.

Hvørt møti verður skipað soleiðis: Fyrri parturin av møtinum verður skipaður, meðan seinni parturin verður opin. T.v.s siga at ein og hvør, ið hevur eitt orð, ein vitnisburð ella ein sang frá Harranum, er vælkomin at luttaka.

Summarmøtini byrja sunnudagin 4. juli kl.18.00. Tá fer Rógvi Joensen at tala um Jóh. 6.35, har Jesus sigur „Eg eri breyð lívsins“. Gunnvá við Keldu leiðir sangin.

Vit síggjast í Betesda!

Net-møti úr Betesda

Í kvøld kl.18.00 verður eitt net-møti í Betesda. John Júst á Marknagili og Jákup Hansen tala. Steinvør Fonn og onnur leiða sangin og framføra. Møtið verður stroymt beinleiðis her