Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Anbu og Barbara vitja mánakvøldið

20/11/2023

Á bønarmøtinum í kvøld kl 20 fer Anbu og Barbara at greiða frá um Barnaheimi Grace Home í India.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/11/404028591_7492322627464378_8672509110426963830_n.jpg 504 738 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-11-20 17:23:062023-11-20 17:23:06Anbu og Barbara vitja mánakvøldið

Sangløta við Betesdakórinum

08/11/2023

Sunnukvøldið 12. november kl. 18 verður sangløta við Betesdakórinum í Betesda. Á skránni verður nógvur kórsangur, felagssangur og ein góður boðskapur.

Betesdakórið er eitt kór, sum er kent fyri sínar vøkru rytmisku sangir og meira stillu sálmar og sangir.

Kórið er, sum navnið sigur, heimahoyrandi í Betesda í Klaksvik og syngur nærum hvørt sunnukvøld har undir leiðslu av Torkil Mørkøre.

Øll eru hjartaliga vælkomin á sangløtu sunnukvøldið 12. november kl. 18.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/11/Betesdakor-sanglota.jpg 360 720 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-11-08 10:07:332023-11-08 21:47:44Sangløta við Betesdakórinum

Evangeliskt møti í Betesda í kvøld kl. 18 – dópur verður

05/11/2023

Á møtinum í Betesda í kvøld, sunnukvøldið 5. november, kl. 18 verður høvi at hoyra og luta ein boðskap um HARRAN Jesus.

Dópur verður eisini á hesum møtinum. Tað er ein ung genta, sum ynskir at lata seg doypa, so sum Bíblian lærir, at ein trúgvandi eigur at gera.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/BF0B74A6-FC5E-4ADE-9B7A-447FB095907A.jpeg 1018 2048 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-11-05 13:36:242023-11-05 13:36:24Evangeliskt møti í Betesda í kvøld kl. 18 – dópur verður

Hugnakvøld fyri hjún

04/11/2023

Veri hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga løtu fyri hjún í Betesda fríggjakvøldið, 17. novembur kl. 20:00.

Á skránni verður felagssangur, Durita Isaksen kemur at syngja nakrar sangir, spurnakapping, og Jens Chr. Olsen hevur eitt gott orð til okkara.

Eisini verður góð tíð til prát og hugna saman við einum leskiligum ostaborði og onkrum søtum omaná.

Síggjast fríggjakvøldið, 17. novembur kl. 20! 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/11/398819862_738410301663383_8490164337346518953_n.jpg 1072 2048 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-11-04 23:20:212023-11-04 23:20:22Hugnakvøld fyri hjún

Eldrahugni í Betesda

23/10/2023

Fríggjadagin 27.10.2023 kl. 15.00 verður eldrahugni í Betesda. Selma og Tórður Jóhannesen koma at greiða frá sínum lívið. Tey bæði syngja ofta saman og fara vit at hoyra tey syngja. Selma er ættað úr Garðinum í Klaksvík og Tórður er ættaður úr Miðvági, har tey eisini búgva. Ein góður drekkamuður verður eisini.

Øll eru vælkomin.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/10/393441809_3508126862785358_2063585510057636223_n.jpg 200 173 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-10-23 20:17:422023-10-23 20:17:44Eldrahugni í Betesda

Eftir breyðbrótingina sunnumorgunin – kunning um virksemið hjá OM Ships

20/10/2023

Eftir breyðbrótingina sunnumorgunin kl. 11 fer stjórin í OM Ships, Seelan Govender, at greiða samkomuni frá, hvussu HARRIN brúkar skipini hjá OM til at bera boðskapin um Sína frelsu út í allan heimin.

Í hesum døgum eru nøkur umboð fyri trúboðanarfelagsskapin OM á vitjan her í Føroyum. Teirra millum er Seelan Govender, stjóri í OM Ships.

Seelan Govender, sum er úr Suður Afrika, hevur verið í tænastuni hjá OM ships síðan 1999. Hann er giftur Carlien, og tey eiga tvey børn.

Seelan byrjaði sum ungur í bókasøluni á Doulos. Síðan hevur hann havt nógvar ymiskar uppgávur og ábyrgdir umborð á skipunum, til hann í 2017 varð útnevndur stjóri fyri skipatænastuni hjá OM. Tá fluttu konan og hann til Mosbach at búgva. Hann ferðast nógv og talar kring heimin, og nú eru vit so heppin at hava fingið hann hendavegin.

Sunnumorgunin byrjar morgunmøtið sum vant kl. 11:00, og eftir breyðbrótingina fær Seelan Govender orðið. Talan verður tulkað til føroyskt.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/10/IMG_8928.jpeg 403 403 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-10-20 19:59:092023-10-20 19:59:10Eftir breyðbrótingina sunnumorgunin – kunning um virksemið hjá OM Ships

Hvat kunnu vit læra av bíbilska persóninum Jósef? – ein røð av talum við Óla á Grømma

18/10/2023
Read more
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/10/373067918_636904205250330_7051573599949911058_n.jpg 432 378 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-10-18 18:03:492023-10-18 18:11:27Hvat kunnu vit læra av bíbilska persóninum Jósef? – ein røð av talum við Óla á Grømma

Bíbliulestrarvika

17/10/2023

Hesa komandi vikuna fara vit aftur á ferð í Orðinum, har vit sum samkoma savna okkum um eitt brot úr Bíbliuni, sum vit hoyra boðskapir útfrá og kunnu hugsa og samtala um okkara millum.

Bíbliuteksturin, vit gjøgumganga hesa vikuna, er 1. Korintbræv, kapittul 11. sum vit heita á systkinini um at lesa.

Á møtinum mikukvøldið 18 oktobur kl. 20 talar Jákup Eli Østerø úrfrá kapittul 11:2-16, og Torkil Mørkøre talar útfrá kapittul 11:17-26. Eftir møtið verður ein drekkamunnur.

Á møtinum sunnukvøldið 22 oktobur kl. 18.00 talar John Færø útfrá kapittul 11:27-34. Hans Elttør hevur ein vitnisburð og Betesdakórið syngur. Anna Simonsen hevur ein boðskap fyri børnunum meðan talan er. Eftir møti verður nátturði.

Møtini vera stroymd á heimasíðuni hjá Betesda.

Hjartaliga vælkomin – vit síggjast

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/bibliulestrarvika-1030x687-1.png 687 1030 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-10-17 08:33:512023-10-18 15:25:28Bíbliulestrarvika

Sangkórið luttekur á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18:00 – dópur verður

14/10/2023

Sunnukvøldið klokkan seks verður evangeliskt møti í Betesda, har sangkórið fer at luttaka við sínum vakra sangi.

Eisini verður dópur á møtinum.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2020/04/DSC_7491.jpg 683 1024 Eirikur Biskopstø https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Eirikur Biskopstø2023-10-14 12:20:122023-10-14 12:20:13Sangkórið luttekur á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18:00 – dópur verður

Seinasta møtið við Judy og Óla hesaferð verður mikukvøldið – Kvartettin fer at syngja

10/10/2023

Á møtinum í Betesda mikukvøldið 11. oktober kl. 20 verða Judy og Óli á Grømma við fyri seinastu ferð á hesum sinni, áðrenn tey hósdagin fara av landinum aftur.

Á møtinum mikukvøldið fer Óli at luta nakrar tankar afturat um Jósef og eisini greiða frá um NTM sum heild og eitt sindur um tænastuna, sum tey bæði standa í.

Á hesum møtinum fer Kvartettin í Betesda at luttaka við sangi og tónleiki.

Eftir møtið verður ein drekkamunnur, har høvi verður at heilsa upp á Judy og Óla, áðrenn tey hósdagin fara av landinum aftur.

Hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/09/IMG_8791.jpeg 475 750 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2023-10-10 15:18:232023-10-10 15:18:24Seinasta møtið við Judy og Óla hesaferð verður mikukvøldið – Kvartettin fer at syngja
Page 25 of 41«‹2324252627›»

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43
  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top