Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Bíbliulestrarvika

14/01/2024

Í samband við at tað í komandi viku er Bíbliulestrarvika á skránni, fara vit á møtinum mikukvøldið 17. januar kl. 20, at hoyra John Færø og Sámal Mikkelsen tala útfrá kapittul 15:35-58 í Fyrra Korintbrævið.

Á møtinum sunnukvøldið 21. januar kl.18, talar Eyðfinn Reyðberg útfrá kapittul 16 í Fyrra Korintbrævið. Helgi Johannesen hevur ein boðskap, Betesdakórið syngur og leiðir felgassangin, og meðan talan er, hevur Elin Sørensen eina søgu fyri børnunum.

Møtini vera eisini stroymd á heimasíðuni hjá Betesda.

Hjartaliga vælkomin – vit síggjast

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/04/bibliulestrarvika-1030x687-1.png 687 1030 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2024-01-14 17:06:462024-01-14 17:07:41Bíbliulestrarvika

Mammukaféin byrjar aftur

14/01/2024

Mammukafé verður aftur týsdagin 16.jan. frá kl 11 til 13 🙂

Vit síggjast 🥰

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2019/12/mammukafe.png 800 1200 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2024-01-14 17:05:322024-01-14 17:05:33Mammukaféin byrjar aftur

Betesdalega í Zarepta

06/01/2024

Barnafamiljur í Betesda fara til Zarepta vikuskiftið 19. til 21. januar 2024.

Tilmelding til leguna verður í Betesda eftir sunnudagsskúlan í morgin, sunnudagin, 07. januar 2024.

Fyri at so nógv sum gjørligt skulu sleppa á legu, er ætlanin, at mammur og børn sova í kamari saman, og somuleiðis sova pápar og børn í kamari saman. Møguleiki er at koma við ynskjum um, hvørjum ein vil hava kamar saman við. Vit kunnu tó ikki lova at ganga øllum ynskjum á møti.

Um áhugin at koma á legu verður størri, enn pláss er fyri, verður lutakast millum tey, sum melda seg í morgin, sunnudagin. Eftir hetta verður teldupostur við upplýsingum um tilmelding, legugjald, vm. sendur til øll tey tilmeldaðu.

Kostnaðurin fyri leguna er:

Vaksin (18 ár og eldri) 550 kr

Børn 2-14 ár 300 kr

Ung 15-17 ár 400 kr

Vit gleða okkum til eitt gott vikuskifti saman á Zarepta 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/01/IMG_2808.jpeg 832 1494 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2024-01-06 10:42:022024-01-06 10:43:26Betesdalega í Zarepta

Nýggjársdag og tiltøk í vikuni

31/12/2023

Samkoman í Betesda ynskir øllum føroya fólki eitt av HARRANUM signað nýggjár.

Nýggjársdag verður evangeliskt møti kl. 18:00 í Betesda. Hetta møtið er ikki tilrættalagt, so um onkur hevur eitt orð frá Harranum, so ert tú vælkomin at luta tað á hesum møtinum.

Hjartaliga vælkomin

Tiltøk í vikuni:

Týsdagin, 2. januar, verður einki frítíðararbeiði – tað byrjar aftur annan týsdag, 9. januar.

Týskvøldið verður heldur eingin sangvenjing hjá sangkórinum – kórið venur aftur annað týskvøld, 9. januar.

Mikukvøldið kl. 20 verður uppbyggingarmøtið. Hetta møtið er heldur ikki tilrættalagt.

Hósdagin verður eingin kafé. Tað verður lýst, tá ið kaféin byrjar aftur – væntandi um hálvan januar.

Hóskvøldið kl. 20 verður ungdómsmøti.

Leygarkvøldið kl. 21 verður Opið Hús.

.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2022/12/Betesda-jol-2021.jpg 877 1170 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-12-31 14:48:082023-12-31 14:57:29Nýggjársdag og tiltøk í vikuni

Nýggjársaftan í Betesda kl. 16 – Ein løta við hugna og álvara

22/12/2023

Nýggjársaftan í Betesda kl. 16 – Ein løta við hugna og álvara

Nýggjársaftan verður ein løta í Betesda, við bæði hugna og álvara. Her kunnu fólk seta seg niður róliga, hugsa um farna árið og hugsa um ynskini til komandi árið. Løtan er ætla bæði yngri sum eldri.

Kl. 16 verður ein hugnaløta í forhøllini, har ein drekkamuður verður at fáa og „Kafé-bólkurin luttekur.

Klokkan 16:45 syngja og spæla „tey ungu“lættari løg inni í salinum. 

Kl. 17 byrjar sjálv løtan, har dentur verður lagdur á ársskiftið. Skráin fevnir um felagssang, Kristian Hansen hevur eitt stutt orð um farna árið og tað komandi, ein stutt bønarløta og 17 Sangarar syngja.

Løtan í salinum varðar umleið ein tíma, tá høvi verður at ynskja hvør øðrum GOTT NÝGGJÁR!

Øll eru hjartaliga vælkomin.

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/12/BETESDA-EVENT-3.png 1080 1920 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-12-22 12:11:392023-12-22 12:27:16Nýggjársaftan í Betesda kl. 16 – Ein løta við hugna og álvara

Jólaaftan jólaløta kl. 16

22/12/2023

L

Vælkomin á jólaløtu í Betesda jólaaftan kl. 16.

Á skránni verður felagssangur, børn lesa jólaevangeliið, Klara Jacobsen sigur eina søgu, og Olgar Fuglø hevur eitt orð. Eisini fara vit at hoyra Ró á Lakjuni Simonsen og Josiah Lukama syngja hvør sín solosang. Løtan endar umleið kl. 17.

L

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/12/BETESDA-EVENT-2.png 1080 1920 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-12-22 12:09:022023-12-22 12:09:04Jólaaftan jólaløta kl. 16

„Tykkum er í dag ein frelsari føddur“ – jólasangløta við Betesdakórinum

12/12/2023

Sunnukvøldið 17. desember kl. 18 verður ein jólasangløta saman við Betesdakórinum í Betesda. Kórsangur, felagssangur og ein boðskapur verða á skránni.

Kaffi verður eftir løtuna. Hjartaliga vælkomin ❤️

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/12/Betesdakorid-sanglota-jol-scaled.jpg 1440 2560 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-12-12 12:05:002023-12-12 12:10:50„Tykkum er í dag ein frelsari føddur“ – jólasangløta við Betesdakórinum

Sangløta í Betesda leygarkvøldið

06/12/2023

Kom og syng við leygarkvøldið 9. desember kl. 20 í Betesda, har vit aftaná fáa ein drekkamunn og hugnaliga samveru.

Hesaferð fara John Færø og Torkil Mørkøre saman við øðrum góðum tónleikarum at leiða felagssangin.

Bárður á Lakjuni syngur 2-3 sangir, og vit fáa eina heilsan frá Niels Paula Nónstein.

Eftir sangløtuna verður ein drekkamunnur og høvi til hugnaliga samveru í góðu umstøðunum í Betesda.

Vit vóna og gleða okkum at síggja mong leygarkvøldið – hjartaliga vælkomin 🙂

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/12/Samkomudagur-1.png 1080 1920 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-12-06 15:58:502023-12-06 16:00:20Sangløta í Betesda leygarkvøldið

Hevur tú sett títt álit á HARRAN Jesus?

05/12/2023
Read more
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/12/betesda-klaksvik.png 364 648 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-12-05 13:06:102023-12-05 13:12:58Hevur tú sett títt álit á HARRAN Jesus?

Kom og hoyr um endatíðina – Óli Steinberg talar mikukvøldið

22/11/2023

Á uppbyggingarmøtinum í kvøld, mikukvøldið, kl. 20 fer Óli Steinberg at hava ein boðskap um endatíðina.

Boðskapurin fer at taka støði í Opinberingini, har høvuðsdentur verður lagdur á hesi versini:

Opinb. 4:1 Síðani fekk eg at síggja dyr vera latnar upp í Himli, og hin røddin, sum eg frammanundan hevði hoyrt tala til mín – eins og ljóð av lúðuri – segði við meg: “Kom upp higar, so skal Eg vísa tær tað, sum hereftir fer at henda!”

Opinb. 19:11 Eg sá Himmalin opnaðan og fekk har at síggja hvítan hest. Hann, sum á honum sat, eitur Trúfastur og Sannorðaður; Hann dømir og stríðir í rættvísi.

Opinb. 19:14 Herar Himmalsins fylgdu Honum á hvítum hestum, í fínum línklæði, hvítum og reinum.

Kom og hoyr hvat Skriftin sigur um tað „sum hereftir fer at henda“.

Hjartaliga vælkomin

https://betesda.fo/wp-content/uploads/2023/11/download.jpg 570 746 Anna Simonsen https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Anna Simonsen2023-11-22 12:13:192023-11-22 12:31:17Kom og hoyr um endatíðina – Óli Steinberg talar mikukvøldið
Page 24 of 41«‹2223242526›»

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Jákup Eli talar mikukvøldið – roknskaparfundur aftaná23/09/2026 - 07:29
  • Eldrahugni í Betesda22/09/2026 - 18:43
  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top