Dorit og Simon Marshall luttaka á møtinum mikukvøldið

Dorit og Simon Marshall virka sum fulltíðar trúboðarar í og út frá Onglandi innan trúboðanarfelagsskapin ECM, European Christian Mission.

Tey koma á vitjan í Betesda mikukvøldið, har tey fara at greiða frá virkseminum, og so hevur Simon ein boðskap.

Dorit er úr Vatnsoyrum, meðan Simon er breti, men hann tosar á føroyskum.

Ein drekkamunnur verður aftan á møtið, har høvi verður at heilsa upp á tey bæði.

Hjartaliga vælkomin