Ein ferð gjøgnum Jákupsbrævið við Petur á Roykheyggi – mikukvøldið

Á møtinum í Betesda mikukvøldið, kl. 20 heldur Petur á Roykheyggi fram at gjøgnumganga Jákupsbrævið.

Parturin, sum hesaferð verður gjøgnumgingin, er kapittul 3, versini 1 til 8.

—-

Petur á Roykheyggi er 36 ára gamal og giftur við Biritu. Tey eru búsitandi í Runavík og eiga fimm børn.

Petur er í fulltíðar tænastu fyri HARRAN her heima í Føroyum, her tænastan eitt nú fevnir um at vitja kring landið at kunngera evangeliið og prædika orð Guds.

—-

Hjartaliga vælkomin 🙂