Eldrahugni í Betesda

Fríggjadagin 27. mars 2026 kl. 15 verður eldrahugni í Betesda.

Árni Joensen fer at hugleiða og greiða frá ymiskum í sínum lívi.

Árni er ættaður úr Oyndafirði og er systursonur Andreas Marknagil, sum flestu Klaksvíkingar kendu. Árni førdi í síni tíð rækjutrolarin “Karinu” sum Trúgvi Laksafoss átti. Eisini arbeiddi hann á Føroya Fiskasølu í fleiri ár. Vit fara møguliga at hoyra onkran syngja fyri okkum, umframt felagssang.

Ein góður drekkamuður verður eisini at fáa. Øll eru hjartaliga vælkomin.