Eldrahugni verður fríggjadagin kl. 15
Eldrahugni verður í Betesda fríggjadagin 8. desember 2023 kl. 15.
Victor Dánjalsson fer at greiða frá sínum lívi, harav ein stórur partur er frá barnalegunum við Ástjørn í Íslandi. Her hevur Victor saman við øðrum føroyingum gjørt eitt stórt arbeiði. Í mong ár hevur hann ferðast yvir til Íslands á hvørjum sumri, fyri at viðka og halda leguhúsini við líka.
Vit fara eisini at hugna okkum saman við at syngja jólasálmar og ein góður drekkamuður verður eisini.
Øll eru vælkomin