Evangeliskt møti í Betesda í kvøld kl. 18 – dópur verður
Á møtinum í Betesda í kvøld, sunnukvøldið 5. november, kl. 18 verður høvi at hoyra og luta ein boðskap um HARRAN Jesus.
Dópur verður eisini á hesum møtinum. Tað er ein ung genta, sum ynskir at lata seg doypa, so sum Bíblian lærir, at ein trúgvandi eigur at gera.
Hjartaliga vælkomin 🙂