Høvuðsreingerð av Betesda leygardagin 22. apríl 2023
ÆTLANIN ER AT HAVA ÁRLIGU HØVUÐSREINGERÐINGINA AV BETESDA LEYGARDAGIN 22. APRÍL 2023.
Vit byrja at vaska umleið klokkan 09:00 og vænta at gevast tíðliga seinnapartin.
Frá klokkan 8:30 verður møguligt at fáa morgunmat, og á middegi fáa vit frokost.
Tað er ikki neyðugt at tekna seg.
Við vón um góða uppmøting.
Samkoman