Hugnakvøld fyri hjún

Veri hjartaliga vælkomin til eina hugnaliga løtu fyri hjún í Betesda fríggjakvøldið, 17. novembur kl. 20:00.

Á skránni verður felagssangur, Durita Isaksen kemur at syngja nakrar sangir, spurnakapping, og Jens Chr. Olsen hevur eitt gott orð til okkara.

Eisini verður góð tíð til prát og hugna saman við einum leskiligum ostaborði og onkrum søtum omaná.

Síggjast fríggjakvøldið, 17. novembur kl. 20! 🙂