Jógvan Júst Rasmussen talar á møtinum mikukvøldið 30. nov.
Cathy og Jógvan Júst Rasmussen, ið virka sum fulltíðar trúboðarar fyri HARRAN, verða við á møtinum í kvøld, mikukvøldið 30. november, har Jógvan Júst fer at hava eitt orð út frá Jóhannesar evangelium.
Jógvan Júst Rasmussen, sum er uppvaksin í Grótinum í Klaksvík, fór í 1976 til á bíbliuskúla í Jackson, Michigan í USA og varð hetta byrjanin til fulltíðar tænastu hansara fyri HARRAN sum trúboðari hjá NTM, har hann frá 1986 hevur virkað á Filipsoyggjunum. Hann virkar í dag serliga innan bíbliuumseting. Jógvan Júst er giftur Cathy úr USA.
Tey bæði eru í løtuni heima her í Føroyum í nakrar dagar. Vitjanin kom í lag í sambandi við ungdómsstevnuna, sum var í Betesda farna vikuskifti, har Jógvan Júst og versonurin Regin Guttesen vóru millum talararnar. Regin er giftur Heidi, dóttir Cathy og Jógvan Júst, og virka tey sum fulltíðar trúboðarar í Italia.
Cathy og Jógvan Júst verða við á møtinum í kvøld, mikukvøldið 30. november, har Jógvan Júst fer at hava eitt orð út frá Jóhannesar evangelium.
Aftan á møtið verður ein drekkamunnur at fáa, har eisini høvi verður at heilsa upp á tey bæði.
Hjartaliga vælkomin 🙂