Á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18 talar Jógvan Júst Rasmussen, og Sangkórið í Betesda luttekur.
Jógvan Júst Rasmussen fór í 1976 á bíbliuskúla í Jackson, Michigan í USA, og varð hetta byrjanin til fulltíðartænastu hansara fyri Harran sum trúboðari hjá NTM, har hann frá 1986 hevur virkað á Filipsoyggjunum.
Í dag virkar hann serliga innan bíbliuumseting. Jógvan Júst er giftur Cathy úr USA, og eiga tey børnini Heidi, Erik og Ben.
Heidi virkar í fulltíðartænastu í Italia saman við manni sínum, Regini Guttesen úr Havn. Tey fóru á bíbliuskúla hjá NTM í Onglandi í 2001 og fóru til Italia síðst í 2003.
Á møtinum í Beteda sunnukvøldið kl. 18 verður høvi at hoyra Jógvan Júst tala, og eisini fer Sangkórið í Betesda at luttaka við sínum vakra sangi.