Komandi sunnukvøld, 28. apríl kl. 18, vitjar Jóhannis Mortensen, trúboðari í Fraklandi, á møtinum í Betesda.
Jóhannis er úr Klaksvík og er giftur Cecile, sum er fronsk, og eiga tey tríggjar døtrar. Jóhannis hevur búð í Fraklandi síðani 2008, og eru Cecile og hann saman við øðrum nú farin undir at byrja eina nýggja samkomu í einum øki í Nantes, har eingin evangelisk samkoma er. Jóhannis hevur eisini avgjørt at fara í fulla tíð sum trúboðari nú, og kemur hann á møtinum at greiða frá arbeiðinum í Fraklandi og eisini við einum evangeliskum boðskapi.
Aftaná møtið verður drekkamuður. Veri hjartaliga vælkomin.