Betesda
  • Um
    • Trúðargrundarlag
    • Endamál
    • Leiðsla og ábyrgd
    • Nýggj/ur?
    • Søgan
  • Virksemi
    • Barnaarbeiði
    • Ungdómsarbeiði
    • Kórið
    • Kvinnumøti
    • Eldrasamkoma
    • Kafe
    • Hjúnavígslur
    • Jarðarferðir
  • Lurta og hygg
  • Orð
  • Samband
  • In English
  • Menu Menu
  • Link to Facebook

Kunning um trúboðan í Grønlandi – mikukvøldið kl. 20

22/10/2024

Mikukvøldið kl. 20 verður høvi at hoyra Filip og Ane Sivertsen, sum virka í Nuuk, og Niels og Miriam Vang, sum virka í Eysturgrønlandi, greiða frá teirra arbeiði fyri HARRAN har. 

Ane og Filip Sivertsen

Filip og Ane, sum er úr Danmark, búgva í Nuuk í Grønlandi, har tey eru virkin í samkomuni, sum eitur Naalakkap Jiisusip Oqaluffia (NJO), og í barnalegunum við Ameralikfjørðin.

Frá 2015 til 2017 vóru tey á bíbliuskúla hjá NTM í Onglandi, og fluttu síðan aftur til Grønlands at halda fram at virka fyri HARRAN har.

Filip er ein elsti í samkomuni í Nuuk og er partur av leiðsluni fyri legurnar. Hann hevur vanligt arbeiði við síðuna av tænastuni, meðan Ane arbeiðir fulla tíð við andaligum arbeiði í samkomuni.

Filip og Ane eiga børnini Kristian og Cecilia.

Miriam og Niels Vang

Eftir at hava verið á bíbliuskúla hjá trúboðanarfelagsskapinum NTM fluttu Miriam og Niels í 2001 til Eysturgrønlands at virka sum trúboðarar.

Høvuðsbýurin er Tasiilaq við uml. 2000 íbúgvum, og so eru 5 smáar bygdir við íalt 1000 íbúgvum, sum eru Kuummiut, Kulusuk, Tiniteqilaaq, Isortoq og Sermiligaaq. Fyrstu árini búðu Miriam og Niels í Kuummiut, og í 2016 fluttu tey bústað til Tasiilaq, har tey nú búgva.

Í dag er ein lítil samkoma í Tasiilaq, har møti er hvønn sunnudag og hvørt hóskvøld. Nógv ung koma í samkomuna, og Miriam og Niels samskifta nógv við hesi. Eisini eru bíbliutímar við teimum, sum hava játtað trúgv, og onkuntíð verður skipað fyri serligum gentukvøldum.

Miriam og Niels eiga børnini Jóhan, Lydia og Kezia, og fimm barnabørn.

Røturnar í Klaksvík

Filip Sivertsen og Miriam Vang eru systkin og eru vaksin upp í Grønlandi. Foreldur teirra eru Jonna og Hans Sivertsen, sum í 1970 fóru til Grønlands, har tey virkaðu saman sum trúboðarar í Grønlandi, bæði í Nuuk og barnalegunum við Ameralikfjørðin. 

Í 2017 tók HARRIN Jonnu heim til Sín, og í 2018 flutti Hans heimaftur til Klaksvíkar, her hann nú býr. Hans hevur júst hildið sín 80 ára føðingardag.

Filip og Miriam hava sostatt føroysk foreldur, men eru vaksin upp í Grønlandi, har tey, sum nevnt, virka fyri HARRAN saman við hjúnafelagum sínum.

Á uppbyggingarmøtinum mikukvøldið kl. 20 verður høvi at hoyra Filip og Ane saman við Niels og Miriam greiða frá teirra arbeiði fyri HARRAN í Grønlandi.

Deil hetta
  • Deil á Facebook
  • Deil umvegis teldupost
https://betesda.fo/wp-content/uploads/2024/10/gronland.jpg 609 892 Else Sjúrðaberg https://betesda.fo/wp-content/uploads/2018/11/Betesda-logo2.png Else Sjúrðaberg2024-10-22 08:12:272024-10-22 08:14:26Kunning um trúboðan í Grønlandi – mikukvøldið kl. 20

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
  • Gleði – tá ið tú ikki kennir teg glaðan21/08/2026 - 07:00
  • Aftan á bíbliuskúlan07/08/2026 - 07:00

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44
  • Ungdómsstevnan 202425/11/2024 - 13:47
  • Bíbliulestrarvika 30. oktober 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:7-1231/10/2024 - 12:00

Nýggjasta úr lýsingum

  • Símun Absalonsen í bíbliuløtuni fyri vaksin – sunnudagsskúlin í Betesda19/09/2026 - 18:22
  • Hví blivu tey trúboðarar?17/09/2026 - 18:39
  • Peter og Rachel Hansen í Betesda mikukvøldið16/09/2026 - 08:58
  • Evangeliskt møti í Betesda sunnukvøldið12/09/2026 - 17:21
  • Bíbliuløtan í sunnudagsskúlanum – Jens Olsen talar um Efesusbrævið12/09/2026 - 17:20

Samkoman Betesda
Biskupsstøðgøta
700 Klaksvík

betesda@betesda.fo

Konta í Norðoya Sparikassa:
9865 – 495.006.7

Áhugaverdar leinkjur

Bíblian
Zarepta
EVR
Talgilt
Vakurleiki
Leirkerið

Virksemi

  • Barnaarbeiði
  • Ungdómsarbeiði
  • Kórið
  • Kvinnumøti
  • Eldrasamkoma
  • Kafe
  • Hjúnavígslur
  • Jarðarferðir

Nýggjastu úr Lurta og hygg

  • Samfelagsstevna á Hvítusunnu 202515/06/2025 - 23:14
  • Bíbliulestrarvika 18. desember 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 5:5-2118/12/2024 - 22:21
  • Bíbliulestrarvika 27. november 2024 – Fyrsta bræv Jóhannesar 4:13-5:428/11/2024 - 09:44

Nýggjasta úr Orð

  • Leinkjur, trongdir og gleði – Filippibrævið18/09/2026 - 07:00
  • Bønarløtan04/09/2026 - 10:12
  • Vinsami Jesus – Gleði í Lukasar evangelii04/09/2026 - 07:00
© Betesda 2026. Rita inn. Ein heimasíða frá ELSE
  • Link to Facebook
Scroll to top Scroll to top Scroll to top