Kunning um Zarepta verður í Betesda sunnukvøldið kl. 18
Á møtinum í Betesda sunnukvøldið kl. 18 fer Sámal Mikkelsen at kunna um virksemið í Zarepta, og sangkórið fer eisini at luttaka.
Nú fer so smátt at vára, og summarið nærkast, har nógv virksemið aftur í ár verður í Zarepta á Vatnsoyrum.
Sunnukvøldið verður høvi at hoyra Sámal Mikkelsen, leiðara fyri Zarepta, kunna um virksemið í Zarepta. Eisini fer hann at hava eitt orð, og sangkórið í Betesda fer at luttaka.
Hjartaliga vælkomin 🙂

