Kvinnumøti

Fríggjakvøldið 13. januar kl. 20 verður kvinnumøti í Betesda.

Vit fara hesar komandi mánaðarnir at hoyra kvinnur, tala um ymiskar kvinnur í Bíbliuni.

Hesa ferð verður tað Else Djurhuus, sum fer at tala um Martu og Mariu.

Aftaná verður ein drekkamuður við onkrum góðum afturvið, og høvið verður at samtala og hugna sær saman.

Allar kvinnur – ungar sum eldri – eru hjartaliga vælkomnar.