Kvinnumøti

Fríggjakvøldið 3. mars kl. 20 verður kvinnumøti í Betesda.

Vit fara hesar komandi mánaðarnir at hoyra kvinnur, tala um ymiskar kvinnur í Bíbliuni.

Hesa ferð verður tað Monika Sharp, sum fer at tala um Jesabel og tær ósjónligu.

Aftaná verður ein drekkamuður við onkrum góðum afturvið, og høvið verður at samtala og hugna sær saman.

Allar kvinnur – ungar sum eldri – eru hjartaliga vælkomnar.