Markus 4, 1-20

Aftur fór Hann at læra við vatnið. Og ógvuliga nógv fólk savnaðist rundan um Hann, so Hann var noyddur at fara í bát og sita í honum úti á vatninum; og alt fólkið stóð inni á landi við vatnið. Hann lærdi tey tá nógv í líknilsum og segði við tey, meðan Hann lærdi: “Hoyrið nú! Sáðmaður fór út at sáa. Í tí hann sáaði, bar so á, at nakað fall við vegin, og fuglarnir komu og ótu tað upp. Nakað fall í gaddajørð, har tað ikki hevði nógva mold; tað kom skjótt upp, við tað at har var ikki djúpt. Men táið sólin kom upp, varð tað avsviðið, og av tí at tað onga rót hevði, følnaði tað. Nakað fall millum tornir; og tornirnir vuksu upp og køvdu tað, og tað bar ikki ávøkst. Men nakað fall í góða jørð; tað kom upp og vaks og bar grøði; tríati-, seksti- og hundraðfalda gav tað.” Og Hann segði: “Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!” Táið Hann var vorðin einsamallur, spurdu teir tólv og hinir, ið við Honum vóru, Hann um líknilsini. Tá segði Hann við teir: “Tykkum er loyndarmál Guds ríkis givið; men teimum, ið uttanfyri eru, verður alt sagt í líknilsum, fyri at tey síggjandi skulu síggja og ikki skilja og hoyrandi hoyra og ikki fata – fyri at tey skulu ikki umvenda seg og fáa fyrigeving.” Og Hann segði við teir: “Skilja tit ikki hetta líknilsið? Hvussu skulu tit tá skilja øll hini líknilsini! Sáðmaðurin sáar orðið. Tey við vegin eru tey, sum orðið verður sáað í, og táið tey hava hoyrt tað, kemur Satan við tað sama og tekur burt orðið, sum sáað er í tey. Somuleiðis tey, sum sáað verða í gaddajørð; tað eru tey, sum alt fyri eitt taka við orðinum við gleði, táið tey hoyra tað. Men tey hava ikki rót í sær; tey halda út bert eina tíð; táið so trongd ella atsókn kemur fyri orðsins skuld, verða tey fyri falli við tað sama. Uppaftur onnur eru tey, sum sáað verða millum tornir; tað eru tey, sum hava hoyrt orðið, og tímilig stúran, svikaliga lokkan ríkdómsins og tráan eftir øðrum kemur inn og køvir orðið, so tað verður ávakstarleyst. Men tey, sum vórðu sáað í góða jørð, eru tey, sum hoyra orðið og taka við tí og bera ávøkst: Tríati-, seksti- og hundraðfaldan.”