Martin Tuohy talar mikukvøldið kl. 20

Á uppbyggingarmøtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20 talar Martin Tuohy um evnið: ”Er Ísrael framvegis Guds útvalda fólk?”.

Hansy Tuohy (fødd Thomsen) úr Klaksvík, og maður hennara, Martin, sum er úr Esbjerg, hava síðan 2013 virkað sum trúboðarar í Meksiko, har tey hava stovnað eina samkomu.

Í løtuni eru Hansy og Martin, saman við børnunum, á vitjan heima í Føroyum. Tann 25. august fara tey av landinum aftur við kós móti Meksiko.

Mikukvøldið verður høvi at hoyra ein boðskap frá Martin í Betesda. Eftir møtið verður ein drekkamunnur, har høvi eisini verður at heilsa upp á Hansy og Martin.

Hjartaliga vælkomin 🙂