Møtir um páska halguna

Sangkórið og Jógvan Mortensen syngja í Betesda um høgtíðina

Um páskirnar verða evangelisk møtir í Betesda allar heiligdagarnar kl. 18 – skíriskvøld, langa fríggjakvøld, páskakvøld og 2. páskakvøld – har Sangkórið í Betesda og Jógvan Mortensen fara at luttaka við sangi.

Møtini og tiltøkini um páskahalguna verða hesi:

▪ Skíriskvøld kl. 18:00 er evangeliskt møti, har Jógvan Mortensen við bólki luttekur við sangi
▪ Langa fríggjakvøld kl. 18:00 er evangeliskt møti, har Sangkórið í Betesda luttekur
▪ Leygarkvøldið kl. 21:00 verður Opið hús
▪ 1. páskadag kl. 11:00 er minnismáltíð Harrans
▪ 1. páskadag kl. 12:30 er sunnudagsskúli
▪ 1. páskakvøld kl. 18:00 er evangeliskt møti, har Sangkórið í Betesda luttekur
▪ 2. páskakvøld kl. 18:00 er evangeliskt møti

Hjartaliga vælkomin.